SSP-grundskeið

Grundskeið fyri SSP-lærarum varð skipað 12. sept. 2023 Jenny Lydersen, Mariann Reinert, Anna Maria Troest og Drós Sveinsdóttir vórðu bodnar at leggja fram ymsar vinklar til týdningarmikla arbeiðsøkið, ið nýggju SSP-lærararnir nú taka á seg. Byrjað varð við myndakortunum, har SSP-lærararnir skuldu lýsa seg sum SSP lærara nú, og hvussu tey vóna at síggja seg…

Vælkomin til Tryggari Internetdagur 2024

Vælkomin til Tryggari Internetdagur 2024 í 2024 verður altjóða Tryggari Internetdagur í Føroyum og í ár verður aftur skipa fyri eini kapping. Kappingin byrjar við einum evnisdegi, og í fjør varð metstórur áhugi fyri okkara evnisdegi, har 1400 næmingar vóru á bíðilista til tiltakið. Í ár vera tí tríggir evnisdagar og tað er ókeypis at…

Trivnaður og talgildisbúgving

Í seinasta Skúlablaðnum (4/2023) eru m.a. tvær áhugaverdar greinir: “Trivnaður og felagsskapur sum fyribyrgjandi amboð” og “Støðisnámsætlan – fyri allar lærugreinir á øllum stigum”. “Tað eru ikki sosialu miðlarnir, sum skulu hava ræði á okkum, men vit, sum skulu hava ræði á sosialu miðlunum. Kynstrið er at temja og nýta miðlarnar við skili og umhugsni”,…

Verndarfaktorur heldur enn vandafaktorur

SSP-ráðgevingin var millum teirra, ið boðin vórðu at leggja fram í Perluni, 23. august 2023, tá ið Javnaðarflokkurin skipaði alment tiltak: “Føroyar uttan rúsevni”. Saman við RÓWT, Føroya Politi, Taks, ADHD-felagnum og Liv Lívið, góvu vit okkara ískoyti og ymisk sjónarmið til, hvussu vit skilja bæði orsøkir, men eisini møguligar loysnir, tá tað snýr seg…

Nýggjur ráðgevi í SSP

SSP-Samstarvið hevur sett Jákup av Skarði í farloyvisstarv, sum SSP-ráðgeva frá miðan aug. 2023. Jákup er útbúgvin lærari, og hevur m.a. tikið útbúgvin sum KT- vørður og diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu. Jákup hevur 26 ára royndir sum lærari, KT-vørður og royndir á Landsmiðstøðini( nú Nám). Seinastu 15 árini hevur Jákup verið skúlaleiðari í Nólsoyar skúla…

Hvussu kann barnaverndin hjálpa?

Hvussu kann barnaverndin hjálpa? Saman við SIG FRÁ er Barnaverndarstova Føroya úti við filmi, sum vísir, hvussu barnaverndin kann hjálpa, tá tørvur er á tí. Barnaverndartænasturnar hava ábyrgd av, at børn í teirra øki, sum hava brúk fyri tí, fáa neyðugu hjálpina. Veitst tú, hvør kann venda sær til barnaverndartænastuna? Veitst tú, hvussu barnaverndartænastan arbeiðir?…

Ung og lívið Tórshavn 2023

Ung og lívið Tórshavn 2023 Frá Suðuroynni fara vit nú til Havnar, har okkara SSP-økisbólkur somuleiðis skipaði fyri einum megnar Ung og lívið tiltakið fyri allar 7. floks næmingar í kommununi. Tiltakið var deilt upp í tríggjar dagar, har tann fyrsti dagurin varð hildin í Skúlanum á Argjahamri og tey ungu fingu fyrilestur um sálarheilsu…

Virkis- og fíggjarætlan hjá SSP fyri 2023/2024

Í dag vóru allir eigararnir av SSP-samstarvinum aftur samlaðir til ársfund at góðkenna virkis- og fíggjarætlanina fyri komandi ár. Bæði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, Michael Boolsen, fúti, og onnur umboð fyri hesar myndugleikar luttóku at hoyra um: Frágreiðing um virksemi farna árið Ætlan fyri 2023/2024 Góðkenning…

Ung og lívið Suðuroy 2023

Ung og lívið Suðuroy 2023 Frá norðoyggjum fara vit til Suðuroynna, har okkara SSP-økisbólkur skipaði fyri einum stuttligum og upplýsandi degi í Vági fyri øllum næmingum í 7. og 8. flokki í @Vágs skúla, Tvøroyrar skúli, Hvalbiar Skúli og @Sumbiar skúla sum partur av Ung og lívið átakinum. Dagurin byrjaði í Vágs høll kl. 9,…