Eins og undanfarin ár verður ABC vikan á skránni í oktober. ABC vikan er í viku 40, eru fleiri ABC samstarvsfelagar, sum skipa fyri tiltøkum bæði í viku 39 og í viku 41, og tí fevnir skráin til ABC vikuna hesaferð um nærum tríggjar vikur við heili 50 tiltøkum. Vita, um okkurt er í ABC skránni fyri teg ella onkran, tú kennir, og bjóða gjarna øðrum við til tiltøkini.
Sí ABC skránna her
Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu
Evnið fyri vikuna í ár er “Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu”. Nærumhvørvið snýr seg í hesum førinum um tey støðini, sum vit flyta okkum millum í gerandisdegnum. Nærumhvørvið kann hava neiliga ávirkan á sálarligu heilsuna, men tað kann eisini í stóran mun vera sálarliga heilsufremjandi, og vit kunnu í felag ávirka sálarligu heilsuna hvørt hjá øðrum. Nærumhvørvið kann vera heimið, grannalag, arbeiðspláss, frítíðarítriv og ymisk støð í skúlanum, sum t.d. í flokkinum og fríkorterinum.
Hvussu eru tit virkin í ABC vikuni?
Sum samstarvsfelagi hjá ABC fyri sálarliga heilsu, vil SSP eggja dagstovnum, skúlum, ungdómshúsum, ítróttarfeløg og onnur, um at taka lut í ABC vikuna á tykkara hátt.
Vit vilja fegin vísa á, hvussu dagstovnar og skúlar brúka evnið í ár. Tit eru vælkomin at senda okkum myndir og filmsbrot, og eisini vilja vit fegin koma út og avmynda júst tykkara tiltak í vikuni.
Nýggjur animatiónsfilmur
Hvussu nógvar føroyskar animatiónsfilmar í 3D hevur tú sæð? Nú kanst tú gleða teg til at síggja ein spildurnýggjan føroyskan 3D animatiónsfilm, sum kann geva tær íblástur til at gera okkurt gott fyri tína sálarligu heilsu. Les meira um filmin og finn leinkju til filmin her
Góða ABC viku!