Verið varin við Roblox

Verið varin við Roblox Roblox er ein online spæliplatformur við meira enn 40 milliónum spølum, børn kunnu velja ímillum, og verður nevnt sum mest nýtti spæliplatformur millum børn í 1. og 4. flokki, tá SSP vitjar. Samstundis hoyra vit ofta frá børnum, at tað er júst har, tey kunnu møta ókend vaksin og fyrispurningar um…

Einki um børn og ung, uttan børn og ung

Í dag luttók SSP eisini á altjóða barnarættindadegnum, til handanina av hoyringssvarum frá næmingaráðum, í samband við nýggju barnalógina. Dagurin fevndi um frágreiðing um barnaverkætlanina, røður og innlegg á ársins barnarættindadegnum. Børn og ung siga tað so týðiliga: Tey vilja verða sædd, hoyrd og hava ávirkan, umframt ábyrgdarfull vaksin rundan um seg, ið tey kunnu…

Tilboð hjá SSP – faldari

✨ Nýggjur SSP-faldari ✨Fá samlað yvirlit yvir øll okkara tilboð til skúlar – undirvísingartilfar, verkstovur, foreldrafundir og annað talgilt tilfar. Faldarin Tilboð hjá SSP gevur lætt og ómakaleyst eina lýsing av átøkum, ið styrkja um trivna og felagsskapin í flokkunum, og viðgerð av ymiskum evnum, ið hava týdning fyri eitt gott barna- og ungdómslív. 📩…

Morðið á Charlie Kirk í umferð á netinum

Morðið á Charlie Kirk í umferð á netinum Ógvusligar sjónbandaupptøkur av drápinum á konservativa aktivistin og politiska ávirkaran, Charlie Kirk, eru í umferð á netinum. Í gjár ávaraði felagsskapurin Børns Vilkår um, at fleiri børn og ung í Danmark hava sæð upptøkurnar á sosiala miðlinum TikTok. – Støðan er einki øðrvísi í Føroyum, sigur Daisy…

Nýggjur átaksfilmur um lokking á netinum.

Nýggjur átaksfilmur um lokking á netinum. Ikki øll, tú møtir á netinum, eru tey, tú heldur tey vera. Hetta er boðskapurin í nýggja átaksfilminum hjá SSP-samstarvinum. Í sambandi við tiltakinum “Tryggari internetdagur” síðsta ár, har næmingarnir í 7.A í Hoyvíkar skúla vunnu kappingina fyri teirra stuttfilm, fekk  flokkurin fyrispurning um at spæla filmin innaftur av…

Ungdómskriminalitetur í einum talgildum samfelagi

Ungdómskriminalitetur í einum talgildum samfelagi Vit vóru í Keypmannahavn á ráðstevnuni Youth Crime in a Digital Society hjá Det Kriminalpræventive Råd 9.sept. Hvat lærdu vit ? Vanligur (offline) ungdómskriminalitur er í minking, meðan online kriminalitetur er vaksandi. Tó sæst ofta hyprid- kriminalitetur, sum fevnur um bæði. Tó eru tað nógv størri partur, ið ikki fremur…

Ung og lívið við Skálafjørðin

Ung og lívið við Skálafjørðin Allir 8. flokkarnir á Toftum, Strondum og í Runavík savnaðust í síðstu viku til teirra “Ung og lívið”-tiltak. Allur dagurin var fullur av góðum fyribyrgjandi innihaldi: Blái Krossur Føroya helt framløgu um reyðar og grønar tankar. Maria Ziskason helt framløgu um “Eingin sigur tað skal vera nemt”. Fýra ymiskar verkstovur:…

Hevur tú tikið prátið um festivalar og alkohol?

Tak prátið: Um Festivalar og Alkohol, við Ungdómin Festivalar eru fantastiskar upplivingar fyri okkara ungu. Teir bera gleði, tónleik, felagsskap og minnir, sum vara leingi. Festivalar kunnu geva ungdóminum møguleika at uppliva alskins tónleik, møta nýggjum vinum og njóta tann serstaka stemningin, sum ein festivalur kann bjóða. Men við øllum teimum góðu upplivingunum eru eisini…