Barna- og ungdómsmentanin hevur flutt seg í samband við talgildu menningini í føroyska samfelagnum. Tað koma støðugt nýggir pallar at samskifta á og tí snúgva hesir meira enn bert um undirhald í dag, tá børn og ung ferðast á netinum. Evni í barndóminum og ungdómslívinum um vinskap, óvinskap, dreymar um framtíðina, kærleiki, brot á rættindi og happing fer ikki bert fram andlit til andlits, men eisini í sosialum miðlum og spølum.
Hetta rák hevur við sær, at fyribyrging við at ferðast á netinum hevur fingið høga raðfesting í arbeiðinum hjá SSP. Fyri at gera neyðug átøk, verður hetta evnið tikið upp heilt frá skúlabyrjan og frameftir. Í hesum sambandi kanst tú niðanfyri lesa um tey átøkini SSP bjóðar øllum fólkaskúlum í Føroyum.