Tekna teg til SSP-grundskeið
Kom við til SSP-grundskeið Endamál: Grundskeiðið er fyrsta modulið í SSP-útbúgvingini og gevur eina grundleggjandi fatan av…
Kom við til SSP-grundskeið Endamál: Grundskeiðið er fyrsta modulið í SSP-útbúgvingini og gevur eina grundleggjandi fatan av…
PAS Light – Undirvísingartilfar um alkohol og felagsskap PAS Light er nú eisini at finna á snar.fo…
🛴 🛵Áðrenn tú sigur ja …
„Men øll hini sleppa!“
Tað kenna nógv foreldur aftur. Og tað er lætt at skilja, at børn og ung ynskja sær eina el-súkklu ella eitt el-rennihjól.
Men vita vit, um tað er lógligt, hvussu skjótt tey koyra, – og um barnið er búgvið at handfara ferðina?
⚠️ Ferðsluløgreglan ávarar um el-súkklur, sum minna meira um prutl. Sambært løgregluni vantar ein føroysk kunngerð á økinum, men er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn hon kemur. Tí verður víst til donsku ásetingina, ið m.a. sigur, at ikki kann súkklast skjótari enn 25 km/t.
Vantandi kunngerð merkir tó ikki, at tað er trygt fyri barnið og onnur.
Løgreglan sær eisini fleiri el-rennihjól, ið heilt ung koyra á.
🛑 Fyri el-rennihjól er støðan greiðari: Tey eru ólóglig at brúka á almennum øki. Løgreglan hevur skyldu at taka tey, og tann, sum varðar av barninum, verður revsaður við bót.
🤝 SSP heitir á foreldur og onnur vaksin um at:
▪️ Kanna ferðina og reglurnar, áðrenn tit keypa.
▪️ Hav greiðar avtalur um, hvar og hvussu barnið súkklar, og um at brúka hjálm.
▪️ Tosa við onnur foreldur og standi saman um tryggar karmar.
Tað snýr seg um trygdina hjá bæði barninum og teimum, sum tað møtir í ferðsluni.
💬 Tosið um tað heima.
Hoyr ferðsluløgregluna greiða nærri frá her:
kvf.fo/greinar/2026/09/01/ferdslulogreglan-vil-hava-kunngerd-um-el-sukklur
...
0 CommentsViðmerk á Facebook
Í gjár vóru SSP-samskipararnir fyri Tórshavnar kommunu á Námsvísindadeildini og greiddu námsfrøðilesandi og lærarum á eftirútbúgvingarskeið frá um barnavernd, skjalfesting og fráboðanarskyldu.
Endamálið við degnum var at geva teimum lesandi eina innleiðslu í eitt øki, sum tey, sum komandi námsfrøðingar og lærarar, kunnu koma at møta í gerandisdegnum – og at geva teimum vitan og amboð at síggja, handfara og taka stig, tá ið eitt barn ella ein ungur hevur tørv á hjálp, sum liður í fyribyrging.
Tey lesandi fingu kunning um, hvør barnaverndartænastan er, hvar hon heldur til og um hennara uppgávur. Síðani varð farið nærri inn á endamálið við barnaverndarlógini og fráboðanarskylduna, umframt hagtøl, týdningin av at eygleiða sum tann týðandi vaksni og at gera nakað, hóast ein ivast.
Harumframt snúði ein stórur partur seg um tað heilt ítøkiliga: Hvussu skjalfesta vit? Hvussu er mannagongdin á arbeiðsplássinum? Hvussu boðar tú barnaverndartænastuni frá? Og hvat eigur ein fráboðan at fevna um?
Vit takka teimum fyri ein góðan og virknan dag og fyri teirra fyribyrgjandi arbeiði.
...





0 CommentsViðmerk á Facebook
🤩Skúlavitjanir eru komnar í gongd - og tað merkir eisini foreldrafundir.👏
👉 Á ssp.fo kanst tú lesa meira um okkara fyribyrgjandi tilboð.
#SSP.FO #tilboðhjássp #fyribyrging #sspbetrisaman
...
0 CommentsViðmerk á Facebook
💪 ...



0 CommentsViðmerk á Facebook
📢Hevur tú tikið prátið?
Tak prátið saman frammanundan, so øll fáa góðar og tryggar upplivingar 🤩
👉Á heimasíðuni hjá Liv Lívið eru góð ráð til foreldur, at tosa ungdómin um rús🫶
...



0 CommentsViðmerk á Facebook
👏🤩Vit fegnast um góðu greinina og eru takksom fyri møguleikan at hava hesir evnisdagar. Tey lesandi vóru sera jalig, virkin og tilvitaði um týdningin, av teirra framtíðarleikluti sum lærari.💪
Fleiri teirra vóru áhugaði í at gerast SSP-lærari og hevði onkur SSP-lærarar sum fyrimynd. 😍
...

Læraralesandi vóru á SSP-degi á Hilton
www.dimma.fo
[ Tín lýsing her ] SSP stendur fyri Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi, og er ein samansjóving av hesum stovnunum fyri at fáa eitt so væl virkandi samstarv sum gjørligt. Flestu skúlar í F...0 CommentsViðmerk á Facebook
Farspor sum gevur tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Hesin bólkur inniheldur farspor sum eru neyðug fyri at síðan og funkur á síðuni skulu virka. Ongar persónligar upplýsingar vera goymdar.
Farspor sum vit brúka í samband við statistik á heimasíðuni. Tú er vælkomin at góðkenna hesi farspor og hjálpa okkum at gera síðuna enn betri.
Hetta eru farspor sum ikki kunnu bólkast í løtuni. Farspor í hesum bólki royna vit at flyta í røtta bólkanar so hvørt tey vera dagførd.
Farspor sum vit brúka í samband við marknarføring og sum lýsa tíni áhugamál. Hetta kann vera áhugamál so sum tíni keyp, hvat tú hyggur at o.s.v. Hetta ery vanligvís farspor frá Google Analytics, YouTube, Facebook v.m.
Hagfrøðilig farspor sum vit brúka fyri at betra um heimasíðuna. Hetta er farspor sum – dulnevnt og bert hagfrøðiliga, siga okkum hvussu brúkarin ferðast á okkara heimasíðu. Hetta er ein hjálp hjá okkum at betra um síðuna. Tað er ein stór hjálp hjá okkum um tú setir hesi farspor til.
Farspor sum savnar inn upplýsingar um tínar stillingar og val tá tú er á síðuni. Hetta eru td. farspor sum goyma ymiskar funktiónir v.m