Skiftið frá barnalívið til ungdómslívið
Skiftið frá barnalívið til ungdómslív er ein týðandi yvirgongd í lívinum, har nógv broytist. Hetta er bæði ein spennandi og avbjóðandi tíð, har ung royna mørk, gera sær ymiskar royndir, og vinir ofta fáa størri týdning enn foreldrini. Men foreldur hava framvegis ein avgerandi leiklut. Hetta er eisini tíðin, har ungdómur leita eftir egnari leið og menna sín samleika.
Sum foreldur og samfelag kunnu vit gera nógv fyri, at ungdómur fær eitt sunt, trygt og virkið lív. SSP arbeiðir fyri at styrkja tað góða ungdómslívið – uttan royking, nikotin, rúsdrekka og aðrar skaðiligar vanar.
Í fyribyrgjandi arbeiðinum leggja vit dent á at fremja hugburðin um tað góða ungdómslívið. Ein týdningarmikil partur er at arbeiða við fatanini av sosiala lívinum og upplivingum, ið ung halda vera rættar, hóast tað ikki altíð er so. Ofta halda tey, at “øll onnur sleppa” at drekka, snúsa ella roykja, ella at øll foreldur loyva meira, enn tey sjálvi sleppa. Hetta er tað, vit kalla sosial yvirdrívilsi (úr donskum: “sociale overdrivelser”).
Við góðum samstarvi millum foreldur, skúlar og felagsskapir viðgerða vit hesar misskiljingar og leggja dent á verndarfaktorar, heldur enn vandafaktorar. Verndarfaktorar merkir alt tað ið gransking vísur á, hevur ávirkan á eitt gott barna- og ungdómslív.
Í stuttum vil tað siga, at vit vilja hava meira av tí sum riggar; góðan felagsskap, trivna og góðar upplivingar uttan rús.
Vit vilja geva foreldrum og teimu ungu, vitan og amboð at taka skilagóðar avgerðir og standa ímóti neiligum trýsti frá javnaldrum.
Tí arbeiða vit í SSP fyri einum virknum og rúsfríum ungdómslívið, og avbjóða skeiklaðu fatanina, sum ung kunnu hava av javnaldrum. Vit viðgerða evnir sum talgilda heimin, samleika, felagsskap og vinalag, og brúka venjingar, ið kveikja næmingarnar og leggja upp til orðaskifti um hugburð og atburð.
Tað góða lívið gevur meining.
Á hesum síðuni finnur tú góð ráð, tilfar og átøk, sum stuðla einum heilsugóðum ungdómslívi.
Trýst á knøttarnar niðanfyri fyri at lesa meira um hvørt evni.






