Grundskeið fyri SSP-lærarum varð skipað 12. sept. 2023
Jenny Lydersen, Mariann Reinert, Anna Maria Troest og Drós Sveinsdóttir vórðu bodnar at leggja fram ymsar vinklar til týdningarmikla arbeiðsøkið, ið nýggju SSP-lærararnir nú taka á seg.
Byrjað varð við myndakortunum, har SSP-lærararnir skuldu lýsa seg sum SSP lærara nú, og hvussu tey vóna at síggja seg sum SSP lærara í framtíðini, og hvussu ynski teirra er at loysa arbeiðsuppgávuna. Úr hesum práti komu millum annað hesi lyklaorð: Fyribyrging, fáir tímar, trívast, samstarv, ymiskar uppgávur, týdningarmikil brikkur í putlispæli, klettur, byggja upp og harmoni.
Jenny Lydersen greiddi frá søguni aftan SSP og setti spurningar til luttakararnar at meta um batarnar, ið ynskiligir eru innan hetta økið. Jenny heitti á SSP-lærararnar at greiða frá skipanini á egnum skúla og hvussu arbeiðstíðin verður nýtt. Hetta var fyri at leggja upp til prát, hvørjir fyrispurningar eru um skeið og útbúgving ella annan íblástur – og fyri at vita um saknur er í føroyskum tilfari. Í fyrispurninginum var eisini ynski at fáa vitan um tørvin á fleiri tímum í virksemisætlanini.
Drós Sveinsdóttir leiddi SSP-lærararnar gjøgnum eina hending og hvussu hon hevði arbeitt við málinum. Síðani legði Drós fram uppskot, at SSP-lærarin tók orðið á námsfrøðiligum fundi – fyri at lærararnir vita hvør er SSP-lærari og hvørji mál kunnu takast upp við SSP-lærara – og fyri at SSP er sjónligt á staðnum. Drós vísti eisini á samstarvið millum SSP-læraran og AKT-læraran.
Mariann Reinert er SSP-samskipari hjá politinum. Mariann greiddi frá fyrisitingarlógini og tagnarskyldu, og nam eisini við rættargangslógina og barnaverndarlógina. Síðani greiddi Mariann frá eini ítøkiligari hending og hvussu SSP-samstarvið arbeiddi við avbjóðingini.
Anna Maria Troest kunnaði um fráboðanarskylduna og svaraði spurningum í tí sambandið. Hon vísti m.a á, at fráboðanarskyldan kemur framum tagnarskylduna. Samstundis legði Anna Maria upp til, at skúlin skipar mannagongdir/leiðreglur í samband við fráboðan – og vísti til heimasíðuslóðina: Hvussu kann barnaverndin hjálpa? (bvs.fo)
Jákup av Skarði, SSP-ráðgevi, loftaði spurninginum: “Hvussu fáa vit samband við fólkini í samstarvinum?” og legði upp til, at SSP og NÁM skipa ein SSP-læraradag har til ber at knýta bond og styrkja samstarvið innan hetta økið.
At enda varð nevnt, at afturat tiltøkunum Tryggari Internetdagur (www.tid.fo) hevði verið hugaligt, um nógv fingu møguleikan at luttaka á ársfundi í Nyborg (19.-21. mars 2024), sí meira á https://ssp.fo/skeid-og-radstevnur/
Onnur tiltøk í hesum skúlaárinum eru m.a Kveikingardagurin 1. feb. 2024, ið SSP-ráðgevingin skipar, Ung og Lívið í apríl/maj, ið økisbólkarnir skipa og síðani undirvísingin í Sáru og Aleks, ið Barnaverndartænasturnar skipa.
Samanumtikið var talan um góðan og hugaligan skeiðsdag, har luttakarar høvdu nógv tilfar heim við sær, ið eisini er at finna á heimasíðuni www.ssp.fo.