Knýta bond

Eitt tað størsta virði í fyribyrgjandi arbeiðinum er leikluturin hjá foreldrunum frá skúlabyrjan. Vit vita, at har sum foreldur hugsavna seg um flokkin og leggja dent á felagsskapin hevur bestu útliti fyri einum sunnum og sosialum felagsskapi. Hetta fremur trivnað fyri næmingarnar og foreldrini sum er so grundleggjandi fyri bæði ta bókligu læringina og lívsmeistran.

Tí hevur tað týdning at knýta bond verða skipaðir í byrjanardeildini har dentur verður lagdur á, at foreldur fáa høvi at tosa saman um hvør man er sum foreldur, virðir, væntanir og síni børn. Tá hesir fundirnir verða fyriskipaðir er tað umráðandi at tað verður gjørt í tøttum samstarvi við foreldrabólkin og eisini at síggja virðið í, at barnið hevur rætt til at bæði foreldrini eru við at umboða barnið.