Ung og lívið Tórshavn 2023
Frá Suðuroynni fara vit nú til Havnar, har okkara SSP-økisbólkur somuleiðis skipaði fyri einum megnar Ung og lívið tiltakið fyri allar 7. floks næmingar í kommununi.
Tiltakið var deilt upp í tríggjar dagar, har tann fyrsti dagurin varð hildin í Skúlanum á Argjahamri og tey ungu fingu fyrilestur um sálarheilsu og karakterstyrkir. Næsti dagurin bleiv hildin á egnum skúla, har tey fingu ymiska undirvísing um sama evni, vitjan av presti og øðrum uttanífrá og gjørdu bólkavenjingar, ið hava til endamáls at styrkja felagsskapin. Á triðja og síðsta degnum samlaðust øll í Gundadali at luttaka í átta ymiskum rørslu-verkstovum, har tey síðani fóru oman í Dansifrøði til eina spurnakapping, sum skúlin við Løgmannabreyt vann! Til síðst endaði tiltakið um kvøldi við einari konsert við Hitmen á Reinsarínum.