SSP-evnisdagur fyri læraralesandi

SSP-evnisdagur fyri læraralesandi Í dag fingu vit aftur gleðina av at halda ein evnisdag fyri okkara komandi lærarum, hesaferð fyri lesandi á 2. ári á Fróðskaparsetur Føroya.  Hetta er triðju ferð, vit fáa møguleikan at hava ein dag saman við læraralesandi, har vit kunnu bera vitan um SSP-samstarvið og teirra týðandi fyribyrgjandi leikluti, sum framtíðar…

1-1-2 dagur í Tórshavn

Mikudagin 27. mai 2026 varð 1-1-2 dagur hildin fyri elstu barnagarðsbørnini í Tórshavnar kommunu. Endamálið við 1-1-2 degnum er, at børn fáa eina stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og at ringja 1-1-2. Børnini fingu bæði vitjan av Føroya Politi, Sjúkraflutningstænastuni, Tórshavnar sløkkilið og Ráðnum fyri ferðslutrygd, har tey sluppu at hoyra og…

1-1-2 dagur fyri 1., 2. og 3. flokkar í VEKS

Hvussu arbeiða tey, sum hjálpa okkum, tá okkurt álvarsamt hendir? Hvønn ringir mann til, tá tørvur er á hjálp? Í farnu viku varð 112-dagur, ið SSP-økisbólkurin í VEKS skipaði fyri. Næmingar í 1.-3. flokki fingu ein spennandi og fakliga læruríkan dag, saman við dugnaligum fakfólkum. Børnini sluppu at hitta og læra meira um arbeiðið hjá…

Nýggj rák innan alkoholmentan – hvat merkir tað fyri SSP og fyribyrging?

16. og 17. Apríl varð Den Nationale Alkoholkonference 2026 hildin í Keypmannahavn, við heitinum nýggjar normar og karmar fyri eina burðadygga alkoholmentan. Fyrilestrar við støði í nýggjastu gransking innan fyribyrging, rúsviðgerð, persónligar royndir og átøk, ið vilja betra um alkoholmentanina. ( sí skránna og slides frá døgunum) Ein greið niðurstøða frá ráðstevnuni varð m.a: 👉…

SSP-årsmødet 2026 – Frá vitan til praksis

Dagarnar 17.–19. mars luttóku SSP umboð á árligu SSP-ráðstevnuni í Nyborg, har vit vóru heili 21 luttakarar úr Føroyum – eitt met vit eru errin av. Ráðstevnan hevði eitt høgt fakligt støði, við bæði felags fyrilestrum og ymiskum verkstovum, við støði í seinastu gransking, har dentur varð lagdur á aktuellar avbjóðingar í arbeiðinum við børnum…

SSP-evnisdagur fyri námsfrøðilesandi

Í dag varð skipað fyri SSP-evnisdegi fyri námsfrøðilesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er triðju ferð, vit halda ein slíkan dag fyri komandi námsfrøðingar um teirra týdningarmikla fyribyrgjandi leiklut á barna- og ungdómsøkinum. SSP-ráðgevingin og SSP-samskipari hjá Føroya Politi greiddu millum annað frá 1) Hvat SSP er og týdningurin av almennari fyribyrging, 2) Tagnar- og fráboðanarskylduna,…

8.a í Hoyvíkar skúla er ársins vinnari av Tryggari internetdag kappingini

8.a í Hoyvíkar skúla er ársins vinnari av Tryggari internetdegnum kappingini Flokkurin hevur framleitt filmin “Sært tú?”, ið lýsir happing á netinum. Viðmælt verður, at tú hyggur eftir filminum, áðrenn tú lesur víðari: Filmurin er deildur upp í tvey. Í fyrsta parti verður hyggjarin spurdur “sært tú?” ímeðan ein vanligur skúladagur hjá Marko verður vístur.…

Kveikingardagurin legði motivatión á breddan

Kveikingardagurin 2026 – SSP ráðstevnan 18. februar var árligi Kveikingardagurin hildin, har vit hittast tvørtur um geirar við tí máli, at vit í felag gera okkara til, at børn og ung trívast í Føroyum. Meira enn 300 luttakarar tóku lut á degnum og umboðaðu 33 ymiskar stovnar og felagsskapir kring alt landið. Tað vísti enn…