Í dag vóru allir eigararnir av SSP-samstarvinum aftur samlaðir til ársfund at góðkenna virkis- og fíggjarætlanina fyri komandi ár.
Bæði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, Michael Boolsen, fúti, og onnur umboð fyri hesar myndugleikar luttóku at hoyra um:
- Frágreiðing um virksemi farna árið
- Ætlan fyri 2023/2024
- Góðkenning av roknskapi
- Umrøða av fíggjarætlan fyri 2024
Nakað SSP-ráðgevingin hevur lagt stóran dent á í ár er at skapa meira umfatandi og greiðari yvirlit yvir virksemi hjá SSP-samstarvinum farna árið og virkisætlan hjá SSP-ráðgevingini.
Høvuðsendamálið hjá SSP-samstarvinum er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir og átøk, sum skulu virka uppbyggjandi, fyribyrgja vandafaktorar, skaðandi atburð millum børn og ung og fyribyrgja kriminalitet. Hetta hevur somuleiðis endurspeglað virksemi seinasta árið, har arbeitt millum annað hevur verið at veita fyribyrgjandi undirvísing fyri børnum, felags foreldrafundir um kvøldi, framleiða tilfar, skipa fyri skeiðum og ráðstevnum fyri starvsfólkum og ikki minst stór tiltøk, ið hava til endamáls at styrkja trivnaðin og felagsskapir hjá børnum og ungum í Føroyum – og alt hetta og meira kann síggjast í viðkomandi og neyðugu ætlanunum fyri komandi ár.
Fundurin var væleydnaður, og SSP-samstarvið gleðir seg at halda áfram at samstarva tvørfakliga um alt landið í hesi ábyrgdarfullu uppgávu, sum tað er at hava við børn og ung at gera.
Virkisætlanin fyri 2023-2024 kann heintast her: