Ung og lívið Norðoyggjar 2023

Ung og lívið Norðoyggjar 2023 Frá VEKS økisbólkinum fara vit nú til Norðoyggjar, har okkara dugnaligu samstarvspartar í øllum skúlunum, barnaverndartænastuni, politinum og ungdómshús skipaðu fyri einum megnar Ung og lívið tiltaki fyri allar 7., 8. og 9. floks næmingar í Skúlanum Á Skúlatrøð, Viðareiðis skúla og Skúlin Á Fossánesi. 10. flokkarnir hjálptu til við…

Ung og lívið VEKS 2023

Ung og lívið VEKS 2023 So er árliga Ung og lívið átakið skotið í gongd og tað fyrsta varð hildið hjá SSP-økisbólkinum í VEKS, ið er eitt samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur. SSP-samskiparin í barnaverndartænastuni, ungdómshús og SSP-lærararnir høvdu skipað fyri tiltakinum “Náttin er ung” fyri allar 7.-8. floks næmingarnar í økjunum,…

Nýggjur ráðgevi í SSP

SSP-Samstarvið hevur sett Daisy J. Iversen, sosialráðgeva og cand.scient.soc. í brotsfrøði (kriminologi), sum nýggjur SSP-ráðgevi frá 15. februar 2023. Daisy hevur starvast innan barnaverndartænastuna, m.a. sum SSP-samskipari, og hevur royndir innan kriminalforsorg og SSP í Danmark og at undirvísa innan rúsevni til hádeild, halda upplýsandi foreldrafundir og fyribyrgjandi samrøður til ung.

Skeið í árliga Tryggari Internet Degnum

Týsdagin 10. januar 2023 verður skeið í árliga Tryggari Internet Degnum á Námi. Til ber enn at tilmelda seg her. Endamál: At geva lærarum vitan, førleikar og hugskot at arbeiða við árliga Tryggari internetdegnum saman við næmingum í hádeild. Innihald: Á skeiðnum verður dentur lagdur á, at vit øll hava eina felags ábyrgd at gera…

Starvslýsing: SSP-ráðgevi søkist

Starv sum SSP-ráðgevi Eitt starv sum SSP-ráðgevi er nú leyst at søkja. Talan er um eitt spennandi starv við nógvum og fjølbroyttum uppgávum. Vit leita tí eftir einum fólki, ið bæði megnar at arbeiða strategiskt og praktiskt í tøttum tvørfakligum samstarvi við myndugleikar, stovnar og felagsskapir, ið arbeiða við ella hava samband við børn og…

Vælkomin til Tryggari Internet Dag 2023!

Vælkomin til Tryggari Internet Dag 2023! Í ár verður altjóða Tryggari Internet Dagur í Føroyum størri enn nakrantíð áður og tiltakið byrjar við einum intro-degi í Norðurlandahúsinum fyri allar fólkaskúlanæmingar í hádeild 26. oktober 2022. Kom við! Tiltakið er ókeypis og til ber at melda seg til við at skriva til sik@ssp.fo og viðmerkja, hvønn…