SSP í Argjaskotinum

Skrivað hevur Argjaskotið. Eitt væleydna vikuskiftið er farið afturum, har uml. 180 ungdómar hava hugnað sær við ítróttaspølum, borðspølum, telduspølum, dansispølum o.ø. Framyvir verður vanligt, at politiið kemur at vitja, eina løtu, hvørt vikuskiti. Takk til SSP og Føroya Politi

Fyrsti evnisdagur saman við námsfrøðingalesandi á Fróðskaparsetur Føroya

Fyrsti evnisdagur viđ námsfrøđingalesandi á Fróðskaparsetur Føroya. Hesa vikuna fingu vit í SSP fyri fyrstu ferð æruna av at skipa fyri einum evnisdegi fyri 1. árs námsfrøðingalesandi. Hetta hevđi veriđ eitt stórt ynski leingi, tí sum vit vita, so eru okkara komandi námsfrøđingar sera týdningarmiklir fyri okkara samfelag og komandi ættarliđ – eisini tá vit tosa…

Skeið: Tryggari Internet Dagur 2022

Dagføring: Vegna korona er skeiðið mánadagin 10. januar 2022 á Námi um ársins tryggari internet dag avlýst. Hetta skeiðið kann skiljast sum ein kveikingardagur, har allir lærarar í mið- og hádeild kunnu fáa íblástur, tilfar, kunning og ítøkilig amboð til at arbeiða við og vegleiða sínar næmingar í ársins evni: Myndadeiling á sosialum miðlum. Vinnarin av besta…

Evnisdagar á Stranda skúla

Evnisdagar á Stranda skúla   Figgja- og leygardagin var SSP saman við starvsfólkahópinum á Stranda skúla og arbeiddu miðvíst við einari nýggjari verkætlan við arbeiðsmálinum: “Hvussu tryggja vit okkum, at børn og ung koma væl undan í Sjóvar kommunu”. Dagarnir vóru væleydnaðir, har starvsfólkini arbeiddu hart við at koma við einari nýggjari ætlan um, hvussu…

Intro-dagur í Norðurlandahúsinum 22. november í sambandi við Tryggari Internet Dagin (avlýst)

Vegna nýggjastu koronu tilmælini er tiltakiđ avlýst.   Mánadagin 22. november 2021 bjóða vit, Fólkaheilsuráðið, Nema og Føroya Tele allir fólkaskúlar í Føroyum til intro-dag í Norðurlandahúsinum í sambandi við árliga Tryggari Internet dagin! Hesin dagurin er til næmingar og teirra lærarar í hádeild (8., 9. og/ella 10. flokk) og hevur til endamáls at kveikja…

Rasmus Alenkær í Føroyum

Rasmus Alenkær í Føroyum Alla vikuna hava vit havt vitjan av Rasmus Alenkær, PhD, rithøvundur og fyrilestrarhaldari, ið hevur lagt ein podcast út um hansara vitjan í Føroyum, iđ tit kunnu hoyra her:   Rasmus fortelur um alla gongdina, frá hann situr á flogfarinum til Føroyar, til hann fer til Danmarkar aftur. Hann fortelur um…

Góð foreldur seta mørk…

“Góð foreldur seta mørk…” Skrivað Skulatrod.fo Mánakvøldið var foreldrafundur á Skúlatrøð fyri foreldur at næmingum í 1. og 2. flokki. Skúlin hevði vitjan av SSP. Ein av faldarunum, sum SSP hevur givið út eitur Sunnir miðlavanar sum vit eru saman um.  Á fyrstu síðu stendur útsøgn frá næmingi í 5. flokki, sum sigur; – Góð foreldur…

Nám X vinnari av Tryggari internet degnum 2021

Nám X vinnari av Tryggari internet degnum 2021 Í dag gjørdist miðlabreytin í Nám X í Eysturskúlanum vinnarin av ársins Tryggari internet degnum. í ár varð evnið “Talgildi samleikin: Frælsi at vera eg á netinum” og í hesum sambandi gjørdi næmingarnir í Nám X bæði ein stuttfilm og poddvarp um evnið. Stuttfilmurin lýsur, hvussu sosialir…

Á myndini síggjast Óli Rubeksen, leiðari í SSP-ráðgevingini, og Súsanna í Króki, verkætlanarleiðari í SSP, meðan tey arbeiða við heimasíðuni.

SSP.fo – Nýggj heimasíða

Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá SSP, ið fyrst og fremst er ætlað fakfólkum. Her er savnað tilfar á einum stað, um hvussu SSP er skipað. Í hesum er búmerkið eitt felagsmerki, har hond verður tikin um nakað virðismikið – barnið. Í búmerkinum eru myndir sum vísa , at hendurnar verja, lofta, lyfta og tjúkla um…

Breddin

Breddin – Hvussu steðga vit ógvusligu brotsverkunum og mongu rúsevnunum og hvussu tryggja vit, at útlendingar ikki hava ræði á fiskivinnuni?

Mikudagin 27. januar var Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi, í útvarpinum og tosaði um hørð rúsevni í Føroyum, ið verður tosað nógv um í løtuni Grovur harðskapur, buturflytingar og alsamt størri mongdir av hørðum rúsevnum hava skapt yvirskriftir í nýggja árinum. Hvussu basa vit hesum? Ella er tað yvirhøvur møguligt. Skulu vit rokna við, at hetta bara…