SSP-ráðgevingin var millum teirra, ið boðin vórðu at leggja fram í Perluni, 23. august 2023, tá ið Javnaðarflokkurin skipaði alment tiltak: “Føroyar uttan rúsevni”.
Saman við RÓWT, Føroya Politi, Taks, ADHD-felagnum og Liv Lívið, góvu vit okkara ískoyti og ymisk sjónarmið til, hvussu vit skilja bæði orsøkir, men eisini møguligar loysnir, tá tað snýr seg um at fyribyrgja rúsevnisnýtslu í Føroyum.
Kunnað varð um hvussu SSP arbeiðir við trivnaði og fyribyrgjan, við at leggja dent á verndarfaktorar, heldur enn vandafaktorar. Millum annað við at styrkja felagsskapin í flokkinum, og styrkja samstarv millum foreldur.
Ein liður í fyribyrgjandi arbeiðinum er at fáa útsett byrjanaraldurin hjá børnum og ungum, tá tað kemur til royking/nikotin og rúsdrekka. Hetta eru dømi um vandafaktorar, sum kunnu økja um vandan fyri m.a. rúsevnisnýtslu. Eins og fleiri av hinum framløgunum, legði SSP eisini dent á týdningin, at vit samstarva og at vit mugu savna dátu, soleiðis at vit vita heldur enn at gita. Vit ímynda okkum til dømis ofta, at ungdómurin er verri enn støðan reelt er.
Børn og ung flest klára seg væl og koma væl undan, men til ber ikki altíð at eymerkja tey 80 % sum ikki eru í vandabólki tá tað kemur til skaðandi atburð og kriminalitet.
SSP hevur fyribyrgjandi leiklutin, sum fevnur um øll børn og ung, og ikki bert tey 20 % sum eru í vandabólki. Gransking vísur, at av teimum 80 % sum ikki metast at vera í vandabólki, endar kortini ein minniluti í kriminaliteti. Av teimum 20 % í vandabólki, er tað meirilutin sum ikki endar í kriminaliteti. Á ymsan hátt eiga vit at stuðla undir sunnum felagsskapum og góðum – rúsfríðum – trivnaði, millum børn og ung.
Millum hinar framløgurnar nevndi Magni Højgaard, leiðari í RÓWT, truplu støðuna hjá fleiri ungum, ið eru bundin av rúsevni. Fyri at vit kunnu hjálpa og síggja møguligar loysnir, mugu vit eisini síggja, at hesi fólk eru til.
Kári Jacobsen, Føroya Politi, legði fram hvussu løgreglan merkir vaksandi nýtslu av rúsevnum í Føroyum. Hann nevndi m.a. eisini SSP og týdningin í hesum samstarvi. Við tað at onnur/aðrir síggja fylgjurnar av at bróta hesar lógir er hetta eisini fyribyrging.
Birta Biskopsstøð, tollleiðari, vísti á vaksandi smugling av rúsevnum til Føroya og at tollarar nú eisini fáa hendur á fleiri stórum peninganøgdum, ið ætlaðar eru at smugla av landinum. Fyribyrgjandi parturin her er, at rúsevni í minni mun verða seld í Føroyum og síðani at vinningurin av seldum evnum verður steðgaður.
Bjørg Dam, ADHD-felagið, fegnaðist, at heilivágurin ikki í sama mun verður stigmatiseraður, men verður meira fataður sum partur av loysn. 1.250 fáa heilivágsviðgerð. Áleið 1.500 mangla og eru serliga hesi í vandabólki at koma í misnýtslu – bæði rúsevni og aðrari misnýtslu (ludomani, etingarórógv o.s.fr.). Neyðugt er at seta diagnosu tíðliga, tí tað fremur størri møguleika at hjálpa tí einstaka, men nú standa áleið 300 børn og bíða og mett verður at tey standa á bíðilistanum í 24 mánaðir.
Dreymurin, ið Lív Brúsá, frá Liv Lívið, legði fram var um eina rúsfría framtíð. Vit ynskja øll okkara børnum og ungum alt tað besta og vit vaksnu mugu hugsa um okkara egnu nýtslu – ikki neyðturviliga fráhald – við okkum vaksnu sum fyrimynd. Lív harmaðist eisini, at ítrótturin leggur upp til stórt rúsdrekka-ball, tá ið ítróttarárið endar. Saknur er eisini í greiðum hagtølum, hvussu mong hava rúsdrekka-trupulleikar og hvussu mong eru ávirkaði av hesum. Vit hava nógv og gott samstarv – men vit skulu minnast at samstarv krevur resurssir og tíð. Samstarv krevur eisini dialog. Samstarv krevur harafturat, at vit standa saman.
Tiltakið endaði við paneli, har áhoyrarar høvdu møguleika at seta spurningar og framløgufólkini kundu taka orðið aftur. Í hesum nýtti SSP-ráðgevingin høvið at nevna heildarætlanina um rúsevnismisnýtslu og at karmarnir tíanverri avmarka møguleikar okkara at røkka øllum teimum málum, har SSP ynskir at gera mun.