Vælkomin til Tryggari Internetdagur 2024
í 2024 verður altjóða Tryggari Internetdagur í Føroyum og í ár verður aftur skipa fyri eini kapping. Kappingin byrjar við einum evnisdegi, og í fjør varð metstórur áhugi fyri okkara evnisdegi, har 1400 næmingar vóru á bíðilista til tiltakið. Í ár vera tí tríggir evnisdagar og tað er ókeypis at luttaka!
Melda til evnisdag her | Sí skránna her
Evnisdagarnir vera 17, 18 og 19 oktobur og vera hildnir í Eysturoy, Suðuroy og í Tórshavn. Kom við!
Endamálið við evnisdegnum er at kveikja áhuga fyri kappingini, vegleiða og geva góð ráð, samstundis
sum ársins evni verður gjøllari lýst.
Ársins evni er Talgildur harðskapur við undirevnunum:
– Grooming
– Stalking
– Scamming
Kappingin “Tryggari Internetdagur” er fyri allar næmingar í hádeild (úr 7. fl til og við 10. fl.).
Uppskotini í ár, skulu vera ein stutt filmur ella eitt sjónbandalag, og upp til 4 min. til longdar.
Vinnarin av besta uppskotinum, vinnur 20.000 kr til flokkin!
Tryggari Internetdagur fingið nýggja síðu!
Á tid.fo ber til at tekna seg til tann evnisdagin ið er staðsett tættast við sítt øki. Síðan er gjørd við tí endamálið, at savna alt á einum stað, so tað verður lættari at tekna seg til evnisdagin, lesa um ársins evni, eins og tað skal bera til at síggja undanfarnu evnir og vinnarauppskot. Skráin verður tøk í næstum og kunngjørd á síðuni.
Hvat er Tryggari Internetdagur?
Tryggari Internet Dagur er føroyska heitið fyri Safer Internet Day og er ein altjóða dagur, ið verður hátíðarhildin í februar á hvørjum ári. Dagurin hevur til endamál at seta sjóneykuna á, at gera internetið tryggari og betri fyri øll børn og ung.
Í dag eru áleið 200 lond kring heimin við í átakinum og tað er ymiskt, hvussu londini velja at skipa fyri hesum í sínum landi.
Í Føroyum er tað SSP, Nema og FøroyaTele sum skipa fyri átakinum.
Hettar verður gjørt við eini kapping, sum fær sum fær hesi ungu at hugsa um týdningin av at ansa eftir sær sjálvum og øðrum á netinum, á ymiskan hátt. Flokkarnir luttaka við at gera eina verkætlan/uppskot sum lýsir ársins evni best.
Fyri at veita næmingum neyðugu kunning og íblástur, verður eisini skipa fyri evnisdegi, har ársins evni verður gjøllari lýst.