Í seinasta Skúlablaðnum (4/2023) eru m.a. tvær áhugaverdar greinir: “Trivnaður og felagsskapur sum fyribyrgjandi amboð” og “Støðisnámsætlan – fyri allar lærugreinir á øllum stigum”.
“Tað eru ikki sosialu miðlarnir, sum skulu hava ræði á okkum, men vit, sum skulu hava ræði á sosialu miðlunum. Kynstrið er at temja og nýta miðlarnar við skili og umhugsni”, leggur Súsanna í Króki dent á. Hetta sampakkar væl við nýggju støðisnámsætlanina, ið m.a. orðar: “Talgildisbúgving snýr seg t.d. um atferð á talgildum miðlum og keldukritiska viðgerð av talgildum tilfari.”
SSP skal røkka børnum og ungum frá 0-18 ár. Ein partur í hesum er at búgva yngra ættarliðið at gagnnýta talgildu møguleikarnar á bestan hátt.
SSP hevur framleitt seks arbeiðshefti undir felagsheitinum “At ferðast á netinum”. Hesi arbeiðshefti knýta seg at parti 2.1.5 “Kt-førleikar og talgildisbúgving” og hóska seg at nýta í lærugreinunum: Støddfrøði, kristnikunnleiki, myndlist og føroyskt í miðdeildini (4.-6.fl.).