Kveikingardagurin 1. feb. 2024

Evnið er “Foreldur og familjan”, har vit seta sjóneykuna á ymsu pallarnar, ið børn og ung ferðast á. Skráin sæst her   Rikke Yde Tordrup hevur fyrilestur um hvussu tað sæst innan dagstovnaøkið og við skúlabyrjan, hvørjir uppalingarhættir eru – og hvørja ávirkan hetta hevur á atferð og menning. Úr samstarvinum millum Vága kommunu og…

Ung og hassj

Mena Joensen beyð til fyrilestur, ið Christopher Schmitz hegnisliga legði fyri fakfólkum, ið Smæruni 21. nov. 2023. Talan var um fyrilestur í sambandi við tiltakið “Ung & Hassj 2023”, ið bæði varð skipað í Skúlanum á Fløtum, á Glasi og í Roynhøllini. Í fyrilestrinum legði Christopher m.a. dent á, at talan er um “full-stop” og…

Altjóða barnarættindadagur

Næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla skipaði upplýsandi og hugnaligt tiltak í gjár – á barnarættindadegnum. Næmingaráðið hevði boðið hinum næmingaráðunum í Føroyum og politikkarum og stásiliga fimleikahøllin var stúgvandi full. Áskoðararnir kunnu gleðast um framúr góðar tónleikaframførslur og somuleiðis stuttleika í fríløtu, har Spæliliðið skipaði ymisk spøl á vøllinum. Veðrið var framúr gott og næmingarnir fingu…

Talgildisbúgving

Nám skipar framúr góðar “Læraradagar 2023”. SSP-ráðgevingin luttekur og nýtir eisini høvið at vísa fram tilfar. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður bar røðu fram og síðani greiddi Eyðun Gaard, stjóri, frá hesum stóra tiltaki. Gleðiligt var, at SSP longu var nevnt á morgni, tí talgildisbúgving er ikki bert at nýta tøkni, men nógv breiðari virkisøkið, ið…

TID-dagarnir í oktober 2023

Í farnu viku varð skipað fyri evnisdøgum í sambandi við kappingina til Tryggari Internetdag 2024. Hetta er afturvendandi tiltak, ið leggur lunnar undir, at næmingar nýta ávísan málbúnað at lýsa aktuelt evnið. Fyrst varð lagt fram í skúlanum við Løkin, har áleið 300 næmingar savnaðust við lærarum teirra. Dagin eftir fóru vit til Suðuroyar og…

“Tað hvørvur ikki av sær sjálvum”

SSP-ráðgevingin luttók á ráðstevnu, ið KRIS skipaði í Norðurlandahúsinum 04. okt. 2023. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, setti ráðstevnuna. Sirið Stenberg nevndi í røðu síni m.a. grooming/lokking og er hetta ein partur í TID-tiltaki, ið SSP-ráðgevingin skipar í komandi viku: Tryggari Internetdagur – SSP Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, nevndi í síni framløgu góða…

ABC vika við 50 almennum tiltøkum

Eins og undanfarin ár verður ABC vikan á skránni í oktober. ABC vikan er í viku 40, eru fleiri ABC samstarvsfelagar, sum skipa fyri tiltøkum bæði í viku 39 og í viku 41, og tí fevnir skráin til ABC vikuna hesaferð um nærum tríggjar vikur við heili 50 tiltøkum. Vita, um okkurt er í ABC…

SSP-grundskeið

Grundskeið fyri SSP-lærarum varð skipað 12. sept. 2023 Jenny Lydersen, Mariann Reinert, Anna Maria Troest og Drós Sveinsdóttir vórðu bodnar at leggja fram ymsar vinklar til týdningarmikla arbeiðsøkið, ið nýggju SSP-lærararnir nú taka á seg. Byrjað varð við myndakortunum, har SSP-lærararnir skuldu lýsa seg sum SSP lærara nú, og hvussu tey vóna at síggja seg…

Vælkomin til Tryggari Internetdagur 2024

Vælkomin til Tryggari Internetdagur 2024 í 2024 verður altjóða Tryggari Internetdagur í Føroyum og í ár verður aftur skipa fyri eini kapping. Kappingin byrjar við einum evnisdegi, og í fjør varð metstórur áhugi fyri okkara evnisdegi, har 1400 næmingar vóru á bíðilista til tiltakið. Í ár vera tí tríggir evnisdagar og tað er ókeypis at…