SSP bjóðar

SSP bjóðar ymisk átøk í skúlum, ið taka støði í dagliga arbeiðinum um hvat vit vita tørvur er á. Evnini hava verið grundleggjandi fyri, hvussu SSP hevur ment seg, síðan SSP fór til verka í 2008. Støði verður tikið í evidensgrundaði vitan um, hvat riggar tá talan er um fyribyrging. Neyðugt er grundleggjandi at seta seg fyri at styrkja lívsførleikarnar hjá børn og ungum. Tá grundarlagið er til staðar, er sannlíki fyri at røkka fleiri í tí uppbyggjandi tilgongdini.

SSP hevur tað góða lívið sum stavnhald og bjóðar hesi tilboð í fólkaskúlanum:

  • Knýta bond millum foreldrini
  • Spælibólkar
  • Góðir miðlavanar
  • Ung og lívið