Tekniska kanningardeildin við á foreldrafundum

Í gjár varð foreldrafundurin “Knýta bond og skíggjanýtsla”, har vit fyri fyrstu ferð høvdu politist úr teknisku kanningardeildini hjá Føroya Politi. Orsøkin er tann, at fleiri mál koma til teirra um bæði lokking og barnaporno. Offur gerast alsamt yngri, heilt niður í 8-9 ár. Tí eru vit sera fegin um, at kunna royna at fáa…

Løgreglan úti at undirvísa í Ferðsludøgum

Politiið hevur fleiri ymiskar mátar at arbeiða fyribyrgjandi. Í dag stóð Ráðið fyri Ferðslutrygd (RFF) fyri átakinum ‘Ferðsludagar’, har Føroya Politi, ambulansutænastan og koyrilærari, veittu undirvísing til 8. flokkar kring alt landið. Í dag vitjaðu næmingar úr Hvalbiar- og Tvøroyra skúla. Tú kann enda við at rinda dýrt, um tú ikki ansar eftir tær og…

Peningaligur stuðul frá Lions Føroyar

 Peningaligur stuðul til SSP-samstarvið frá Lions Føroyar Í ár hevur Lions Føroyar veitt SSP-samstarvinum peningaligan stuðul til týðingina av fyribyrgjandi undirvísingartilfarinum PAS-Light til føroyskt.PAS-Light er ætlað lærarum, undirvísarum og lestrarvegleiðarum á miðnámi, sum ynskja at skapa eina betri alkoholmentan millum lesandi.Tilfarið er tí ikki til at útseta byrjanaraldurin fyri alkohol, men at betra um alkoholmentanina, ið…

Tvær mammur tosa um snildfonir í GMF

Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um telefonforboð og trupulleikar við snildfonum. í Góðan morgun Føroyar var áhugaverd samrøða við tvær raskar og djarvar mammur, sum greiddu frá sínum royndum við snildfonum og týdningin av at standa saman sum foreldur. Eisini fekk SSP-samstarvið stóra viðurkenning. Lurtið frá minutti 33 til 50. Vit eru errin og…

Tá helvtin hevur fingið snildfon, vil hin helvtin eisini hava

Kringvarp Føroya gjørdi innslag um skíggjanýtslu.   SSP-ráðgevingin sigur, at foreldur vilja hava felags leiðreglur fyri skúlaflokkin um skíggjanýtslu hjá børnum. Hevur helvtin av skúlaflokkinum snildfon, vil hin helvt eisini hava slika telefon. (Savnsmynd hjá Kringvarp Føroya) Sigurjón Einarsson 14.01.2025 – 10:54 Hevur helvtin av næmingunum í einum skúlaflokki snildfon, gongur ikki long tíð, til…

Kom við til árliga Kveikingardagin 7. februar 2025!

Vilt tú vera við til at skapa eina betri framtíð og trivnað fyri børn og ung? 🌟 Fríggjadagin 7. feb. verður spennandi ráðstevnan hjá SSP á Hotel Føroyum frá kl. 9.00 til 15.15! Dagurin snýr seg um fyribyrging og arbeiði við børnum og ungum, við nýggjari vitan💡, ítøkiligum hugskotum, og kveikjandi fyrilestrum🎤 – alt, sum…

Lokking á netinum vindur upp á seg

Kringvarp Føroya gjørdi innslag um lokking. SSP er javnan á skúlum og ger løtukanningar, sum vísa, at nógv børn uppliva at verða lokkað. Lokking á netinum vindur alt meira upp á seg. Og tað eru at síggja til tey heilt sakleysu telduspølini, sum eru amboðið. SSP-ráðgevingin er javnan á skúlum og ger løtukanningar, sum vísa,…

SSP-evnisdagur við námsfrøðingalesandi á Fróðskaparsetur Føroya

SSP-evnisdagur við námsfrøðingalesandi á Fróðskaparsetur Føroya. SSP-ráðgevingin var so heppin at fáa møguleikan at skipa fyri evnisdegi fyri 41 námsfrøðingalesandi á 1. ári í gjár. Hetta er aðru fer ein slíkur dagur verður hildin, ið hevur til endamáls at seta sjóneykuna á teirra virðismikla leiklut í fyribyrgjandi arbeiðinum, tá tey verða námsfrøðingar á dagstovnaøkinum. Á…

28. novembur 2024 skipar Føroya Pedagogfelag fyri tiltaki fyri limum felagsins

SSP-ráðgevingin og Barnaverndartænastan koma at halda fyrilestur um týdningin av almennari fyribyrging og fráboðanarskylduna. So, ert tú limur í Føroya Pedagogfelag, kom so við! Hjálparfólkaráðið skipar fyri tiltakinum, saman við Leiðara- og Námsfrøðingaráðnum, ið verður hildið í Skótahúsinum við Løkin kl. 18:00. Til ber at lesa meira og melda tykkum til á Limatiltak í Skótahúsinum…