SSP víðka til framtíðina

Ónsdagin kundu luttakandi partarnir í SSP-samstarvinum fegnast um, at ein dagførdur sáttmáli nú er undirskrivaður, sum víðkar virkisøkið frá SSP til øll børn og ung upp til 18 ára aldur.   Hetta er stórt lop í mun til fyrstu árini hjá SSP í Føroyum, har tað mestan mun var arbeitt við næmingum í framhaldsdeildini, og…

SSP kveikingardagur 2016

SSP kveikingardagur 2016 Fríggjadagin 4.novembur 2016 verður skipað fyri kveikingardegi í Norðurlandahúsinum. Hetta er ein kveikjandi dagur at stimbra tvørprofesion-ella samstarvið í SSP, at login áhaldandi brennur fyri rættindunum hjá børnum og ungum til eitt virðiligt lív. SSP er eitt samstarv ímillum skúla, sosialar myndugleikar og politi.

Nýggjur faldari um almenna fyrifyribyrging í SSP

Nýggjur faldari um almenna fyribyrging í SSP Skrivað Skulatrod.fo Trýst á myndina fyri at lesa faldaran: Í orðunum fremst “Fyribyrging er ikki bara bara” sigur SSP ráðgevin Óli Rubeksen m.a., at SSP, eins og ein hvør onnur skipan, hevur tørv á at fylgja við tíðini. Flemming Balvig, professari og granskari innan kriminilogi vísir á, at tørvur er á at endurskoða…

SSP á vitjan í 9. flokki á Skúlatrøð

Hósdagin høvdu 9. flokkarnir vitjan av Sigmundi Petersen, løgregluumboði frá SSP, sum tosaði undir heitinum “Fyribyrging, harðskapur og revsiváttan”. SSP er eitt tvørfakligt samstarv millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og politi. Hetta eru stovnar og myndugleikar, sum á hvør sín hátt hava serliga ábyrgd fyri trivnaði og uppvøkstri hjá børnum og ungum. Endamálið við SSP-samstarvinum er…

SSP Kveikingardagur 2013

SSP Kveikingardagur 2013 Skrivað Skúlablaðið. 8. november var Norðurlandahúsið karmur um fimta SSP-kveikingardagin.   Á skránni vórða framløgur og upplegg. Fyrstur á skránni var Torben Randrup, sum er serfrøðingur hjá løgregluni í Keypmannahavn. Undir yvirskriftini Sosial peiling og fleirtalsmisskiljing helt hann eina framløgu. Eftir hann vórðu tað Lene Johansen, løgfrøðingur, og Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi á…

SSP-arbeiði komandi skúlaár

SSP-økisbólkarnir í Havnini hava havt felags fund í býráðshúsinum á Vaglinum 11. juni. Á fundinum var hugt eitt sindur aftur um bak, um stovanina av SSP og tankarnar, ið lógu aftanfyri at fáa eina tílíka tvørprofessionella skipan rótfesta í føroyska samfelagið. Torfinn Højgaard, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar í Skúlablaðnum. Les greinina her  

SSP kveinkingardagur 2012

SSP kveikingardagur 2012 Skrivað Skúlablaðið. Á triðja sinni skipar SSP-ráðgevingin fyri Kveikingardegi, har viðurskifti verða umrødd, sum kunnu styrkja leiklutin hjá teimum, ið so ella so varða av børnum og uppvøkstri teirra.   Ein av uppgávunum hjá ráðgevingini er at standa á odda fyri fakligari menning í sambandi við útgreiningar, átøk og nýhugsan um fyribyrging.…

Foreldrini eru besta fyribyrgingin

Foreldrini eru besta fyribyrgingin Ung og trivnaður Sjóneykan eigur at verða sett á, at nógv tey flestu klára seg væl. Foreldur hjá næmingunum í einum flokki skulu læra at tosa saman um viðurskiftini, sigur Óli Rubeksen, leiðari fyri SSP. Sosialurin viðgjørdi mikudagin eina kanning, sum millum annað vísir, at børn og ung í Føroyum drekka…

Nýggjur SSP sáttmáli undirskrivaður

Nýggjur SSP sáttmáli undirskrivaður Í vikuni var nýggjur SSP.sáttmáli undirskrivaður. Høvuðsendamálið hjá SSP er at virka fyribyrgjandi og at fremja atgerðir, sum minka um tey fyribrigdi, ið elva til kriminalitet og skaðandi atburð millum børn og ung. SSP er samstarv millum sosialar myndugleikar, skúla og politi og hevur sum mál at byggja upp, brúka og…