Sett á breddan í Smæruni: Góðar relatiónsførleikar millum námsfrøðing/lærara og barn.

“Relationskompetent praksis” var sigandi yvirskriftin hjá Louise Klinge, granskari innan relatiónsførleikar í Danmark, tá hon í dag helt evnisdag í Smæruni. Við áhugaverdum og fangandi dømum frá praksis, greiddi Louise Klinge frá: 1. týdninginum av relatiónum og um skeld. Hvussu góðar relatiónsførleikar millum námsfrøðingar/lærarar og børn hava fyri trivnað, læring og atburð hjá børnunum í…

ABC vikan byrjar við sangi

Fyri sjeyndu ferð á rað verður ABC vikan á skránni. ABC vikan er ein vika, har Heilsustýrið varpar ljós á sálarliga heilsu við tiltøkum, lýsingarátøkum og eini frágreiðing við nýggjum úrslitum um evnið. Í ár byrjar vikan við einum tiltaki, ið fevnir um borgarar kring alt landið, tá eggjað verður til at syngja ABC sangin…

SSP skipar fyri: vitan um vitlíki

Í dag savnaðust 730 ung í høllini á Hálsi fyri at læra um vitlíki. Endamálið er, at tey kunnu ferðast trygt á netinum, sigur Súsanna í Króki, sum er er SSP-ráðgevi. Hoyr alla sendingina hjá KVF her. Vitlíki – snilt, men er tað altíð snilt? Tað var spurningurin, tá 730 næmingar úr hádeild savnaðust í Høllini…

Vitlíki – snilt, men er tað altíð snilt?

Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, og Maria J. Joensen, samskipari á 116111 Tú & Eg ráðgevingini, vóru í Góðan morgun Føroyar í morgun og tosaðu um børn, ung og vitlíki. Vitlíki – snilt, men er tað altíð snilt? er evnið á Tryggari Internetdøgunum, ið verða hildnir í Løkshøll, SALT og Høllini á Hálsi 1.-3. okt., har…

Felagið Ungdomsringen er á vitjan í Føroyum

Vit hava havt gleðina av at fáa vitjan frá Ungdomsringen, sum eru á vitjan í Føroyum. Umboð úr teirra ymisku nevndum, stýrislimir, formaður og sekretariatstjóri vóru boðin til fund, har tey fingu høvi at heilsa upp á okkum í SSP fyri at fáa innlit í SSP-samstarvið og læra meira um okkara mentan og siðvenjur umframt lívið…

Dagførdur samstarvssáttmáli undirskrivaður

Síðani ársfundin í mai 2024 hevur ynski verið at dagføra samstarvssáttmálan og hava greið virkisøki fyri høvuðspartarnar í SSP. Á henda hátt ber til at síggja ymiska arbeiðsbýtið millum leiðslubólkin, starvsnevndina, ráðgevingina, skúlarnar, sosialu myndugleikarnar og politiið, tó at vit saman tæna einum størri felags endamáli: at byggja upp, brúka og røkja faklig netverk, ið…

Tak prátið: Um Festivalar og Alkohol við Ungdómin

Festivalar eru fantastiskar upplivingar fyri okkara ungu. Teir bera gleði, tónleik, felagsskap og minnir, sum vara leingi. Festivalar kunnu geva ungdóminum møguleika at uppliva alskins tónleik, møta nýggjum vinum og njóta tann serstaka stemningin, sum ein festivalur kann bjóða. Men við øllum teimum góðu upplivingunum eru eisini nakrar avbjóðingar. Alkohol kann ofta verða ein partur…

SSP virkis – og rakstrarætlan fyri 2024 – 2025

Fríggjadagin 10. mai vóru allir eigararnir av SSP-samstarvinum aftur samlaðir til ársfund, at góðkenna virkis- og fíggjarætlanina fyri komandi ár. Bæði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, Michael Boolsen, fúti, og onnur umboð fyri hesar myndugleikar luttóku at hoyra um: Frágreiðing um virksemi farna árið Virkisætlan fyri 2024/2025…

ABC-samstarvsfundur

Við “ABC-brillum” ber til at síggja orðingina: Ver virkin, ver saman, ver hugbundin, í flest øllum tiltøkum. Avbjóðingin kann vera at nýta orðingina í fyrireikingunum, soleiðis at luttakarar hava hetta í huga í teimum tiltøkum fyriskipað verða. Á ABC-samstarvsfundinum í Salt, var ein partur at seta í árshjól ymsu tiltøkini kring landið. Hugaligt verður at…

Foreldrahugburður til ung og alkohol

“Skalt tú koyra bil, so er aldursmarkið 18 ár, og tað góðtaka tey allarflestu, so hví ikki hava sama hugburð til rúsdrekka? spyr Jákup av Skarði, SSP ráðgevi, tá tosað verður um hugburðin hjá foreldrum um rúsdrekka hjá tannáringum.” Tað vísir seg, at mytan um, at tað er betri at ung fáa rúsdrekka frá foreldrunum…