Vaksin og skermar
Vit nerta við vaksin og skermar í útvarpssendingini “Nert ikki við” í Kringvarp Føroya.
Tosað varð við Turið Teitsdóttir um hennara skermnýtslu, bæði sum einstaklingur og mamma.
Síðani varð prátað við Daisy Iversen og Súsannu í Króki úr SSP, um hvussu skermnýtslan hjá vaksnum sær út og hvørja ávirkan hon hevur.
Vertir vóru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Hoyr innslagið á KVF her.







