Ungdómskriminalitetur í einum talgildum samfelagi
- Vanligur (offline) ungdómskriminalitur er í minking, meðan online kriminalitetur er vaksandi. Tó sæst ofta hyprid- kriminalitetur, sum fevnur um bæði. Tó eru tað nógv størri partur, ið ikki fremur kriminalitet.
- Spøl, sosialar miðlar og algoritmur kunnu verða “inngongd” til online kriminalitet, aðrir vandafaktorar vóru tó eisini lýstir.
- Money mules: ung verða ofta drigin út í at flyta pengar fyri kriminel – uttan at skilja avleiðingarnar. Lýsingar á Instagram og Snapchat lokka tey við lætt tjendum pengum.
- Hackarar: summi velja cyperkriminalitet, meðan onnur velja etisku leiðina og brúka sínar førleikar jaligt. Fyrimyndir og høgan moral hevur tí stóran týdning.
- Samanhangur er millum at vera offur fyri happing (serliga á netinum) og váða fyri avvikandi atferð.
- Styrkja moral & sjálvstamarhald hjá ungum er umráðandi, umframt at fáa teirra styrkir í spæl á jaligan hátt.
- Boðskapurin varð m.a. tørvurin á vitan um online kriminalitet millum ung, fyri at málrætta fyribyrgingarátøk. Vit vita at fyribyringarhættir vit brúka mótvegis offline-kriminaliteti eisini hevur virði, so sum trygd á netinum, trivnaður, góðir felagsskapir, fyribyrgja happing og ábyrgdarfull vaksin ið fylgja við talgilda lívinum hjá børnum.
- Jakob Demant (Københavns Universitet) – Leiðir inn og út úr ungdómskriminaliteti.
- Russell Brewer (University of Adelaide) – Cyberkriminalitetur og ung.
- Rutger Leukfeldt (Leiden University) – Blandaður kriminalitetur: á gøtuni, á netinum og alt har í millum.
- Marleen Weulen Kranenbarg (Vrije Universiteit Amsterdam) – Kriminellir & etiskir hackarar.
- Luuk Bekkers (The Hague University of Applied Sciences) – Money mules.
- Í SSP verður longu arbeitt við fyribyrgjandi átøkum, bæði til børn, foreldur og í samstarvið við fleiri onnur – og vit eru á røttu leið.















