Morðið á Charlie Kirk í umferð á netinum
Ógvusligar sjónbandaupptøkur av drápinum á konservativa aktivistin og politiska ávirkaran, Charlie Kirk, eru í umferð á netinum.
Í gjár ávaraði felagsskapurin Børns Vilkår um, at fleiri børn og ung í Danmark hava sæð upptøkurnar á sosiala miðlinum TikTok.
– Støðan er einki øðrvísi í Føroyum, sigur Daisy Iversen, ráðgevi hjá SSP.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her.
SSP er samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politiið.
Higartil hevur eingin vent sær til “Tú og Eg-ráðgevingina” hjá Barnabata um hetta evnið, sigur Barnabati.
Henda ráðgevingin, sum er til børn og ung, er ein ókeypis.
Hon hevur telefonnummar: 116 111







