Næmingar í 4. flokki: ``Tað er vanligt, at vaksin skriva til okkara``
Børn í 4. flokki vita, at summi av teimum javnaldrum, ið tey skriva saman við, kanska ikki eru børn, men heldur vaksin, sum fjala seg aftanfyri duldar profilar.
Tá SSP-ráðgevin kemur at vitja børn í 4. flokki, og hevur verkstovu saman við teimum, er greitt, at børnini vita um vandan við barnalokkarum á netinum.
– Tey vita, at tað er ein vanligur partur av lívinum har, at vaksin lata sum um tey eru ein javnaldri, fyri at koma í samband við børn, sigur Súsanna í Króki frá SSP Ráðgevingini.
SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum. Heitið er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum, skúli, sosialir myndugleikar og politi. Virkisøkið hjá SSP er øll børn og ung frá 0-17 ár.
Barnalokkarar eru har børnini eru
Men hvussu stórur er hesin trupulleikin við barnalokkarum á netinum?
Tekniska kanningardeildin hjá løgregluni hevur seinastu árini savnað tøl fyri júst hetta, og talið er hækkandi.
– Vit hava fingið nýggj amboð, sum gevur okkum betri møguleika fyri at síggja, hvat tað er sum sker, og tá tað snýr seg um lokking ella grooming, so síggja vit at barnalokkararnir eru fluttir út á netið, sigur Bogi Augustinussen frá kanningardeilidini hjá løgregluni, og leggur afturat, barnalokkararnir fylgja við, har børnini eru.
Súsanna í Króki frá SSP og Bogi Augustinussen frá løgregluni vóru gestir í Góðan morgun Føroyar í morgun.
Foreldrini mugu vera til staðar
Øll børn kunnu enda sum offur, um ikki onkur er, ið heldur eygað við teimum og teirra nýtslu av sosialum miðlum.
Tað snýr seg í stóran mun um at vera til staðar sum foreldur, og at hava reglur fyri tí sum børnini sleppa og ikki.
Tað er til dømis ikki ólógligt hjá einum foreldri at fara inn á fartelefonina hjá einum tannáringi fyri at kanna, um nýtslan er hin avtalaða, og har eru fleiri amboð, sum foreldur kunnu nýta, til at halda eitt vakið eygað við nógvum av tí, ið børnini gera.
Gott samstarv besta fyribyrging
Men bæði Súsanna í Króki og Bogi Augustinussen leggja dent á, at eitt gott samband millum foreldur og børn er besta fyribyrgingin, tí so tora børn at koma til tín, um tey nú hava gjørt okkurt, sum ikki var so smart.
SSP hevur saman við einum 7. flokki í Hoyvíkar skúla gjørt ein film um vandan við at deila ov nógv á netinum. Bæði tá tað snýr seg um tað, sum børn senda til onnur børn, sum tey kenna, men eisini um tað, tey senda til ‘børn’ tey ikki kenna frá veruliga lívinum.







