Allir 8. flokkarnir á Toftum, Strondum og í Runavík savnaðust í síðstu viku til teirra “Ung og lívið”-tiltak.
Allur dagurin var fullur av góðum fyribyrgjandi innihaldi:
- Blái Krossur Føroya helt framløgu um reyðar og grønar tankar.
- Maria Ziskason helt framløgu um “Eingin sigur tað skal vera nemt”.
- Fýra ymiskar verkstovur:
- Flogbóltur.
- Dansur.
- Escape room.
- Stafettir á vøllinum.
- Gykl.
- Hugnakvøld í ungdómshúsinum Gula Smiðja.
Takk til óføra SSP-økisbólkin við Skálafjørðin fyri væl skipað tiltak, til frama fyri tey ungu.
Tað var stuttligt at síggja øll tey ungu hugna sær saman, tvørtur um skúlar og økir, og stuttur brellbiti av degnum kann síggjast niðanfyri.