Tryggari internetdagur 2021 - Hava tey ungu í Føroyum frælsi til at vera tann tey eru á netinum?
Kapping fyri 10. flokkar
Internetið er ein stórur partur av
okkara gerandisdegi, og tí hava vit øll medábyrgd av at gera internetið so gott og trygt sum til ber.
Altjóða Tryggari internet dagur er í februar. Tí bjóða vit øllum næmingum í 10. flokki at luttaka í eini kapping um at lýsa, hvussu tit saman kunnu gera internetið betri.
Kappingin verður skipað soleiðis, at tit vísa, hvussu tit arbeiða við at gera internetið betri við evninum Talgildi samleikin: Frælsi at vera eg á netinum. Tit kunnu gera ein film, ein sang, eitt listaverk, eina heimasíðu ella okkurt annað, ið vísir, hvussu tit arbeiða við evninum. Hetta kann verða skipað sum ein verkætlan, evnisdagur ella evnisvika.
Besta innsenda uppskotið vinnur 20.000 kr.
Sendið uppskotið til or@ssp.fo í seinasta lagi 19. februar.