Vegna nýggjastu koronu tilmælini er tiltakiđ avlýst.
Mánadagin 22. november 2021 bjóða vit, Fólkaheilsuráðið, Nema og Føroya Tele allir fólkaskúlar í Føroyum til intro-dag í Norðurlandahúsinum í sambandi við árliga Tryggari Internet dagin!
Hesin dagurin er til næmingar og teirra lærarar í hádeild (8., 9. og/ella 10. flokk) og hevur til endamáls at kveikja áhugan hjá næmingunum at vera við í komandi “Tryggari Internet Dagur”-kappingini, har vinnarin av besta uppskotinum vinnur 20.000 kr! Eisini nr. 2 og 3 fáa góðar vinningar.
Tiltakið er ókeypis og til ber at melda seg til við at ringja ella skriva til SSP-ráðgevingina á 22 26 93 og sik@ssp.fo. Freistin at melda seg til er 17. november 2021.
Ársins evnið verður avdúkað á degnum!
Eftir intro-dagin verður eisini skipað fyri einum skeiði 10. januar fyri allar lærarar og SSP-lærarar hjá næmingum, ið eru við í kappingini. Hetta skeiðið skal skiljast sum ein leinging av intro-degnum, har lærararnir fáa íblástur og ítøkilig amboð til at arbeiða og vegleiða næmingarnar í ársins evni. Samstundis fáa teir undirvísingartilfarið “at ferðast á netinum” og kunning um, hvussu hetta kann brúkast í gerandisdegnum í skúlanum.
Skeiðið verður í Nám og til ber at melda seg til her.
Um Tryggari Internet Dagin
Tryggari Internet Dagur er eitt altjóða fyribyrgjandi tiltak, ið verður hátíðarhildið hvønn februar mánaða. Tiltakið byrjaði longu í 2004, har 14 lond valdu at hava ein dag, ið skuldi seta sjóneykuna á týdningin av at børn og ung ansa eftir sær sjálvum á netinum og arbeiða móti at gera internetið tryggari og betri fyri øll. Í dag verður dagurin hildin í yvir 170 londum kring heimin.
Les meira á Safer Internet Day