Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá SSP, ið fyrst og fremst er ætlað fakfólkum. Her er savnað tilfar á einum stað, um hvussu SSP er skipað. Í hesum er búmerkið eitt felagsmerki, har hond verður tikin um nakað virðismikið – barnið. Í búmerkinum eru myndir sum vísa , at hendurnar verja, lofta, lyfta og tjúkla um hjarta. Tað reyða myndar barnið (brúkaran) og at tað er í fokus.
Heimasíðan er ein spegilsmynd av, hvussu SSP samstarvið er ment til eitt samstarv, ið fevnir um øll børn og ung 0 – 18 ár. Her sæst, hvat miðað verður eftir í uppbyggjandi tilgongdini, bæði á barngarðs- og skúlaøkinum, at lívsmeistran, lívsførleikar og lívsdygd standa í fremstu røð.
Hentir vegir inn í heimasíðuna eru knøttanir at trýsta á. Vónað verður, at tú sum brúkari fær betri innlit í hvat SSP er og hevur upp á hjarta.