Kveikingardagurin, ið SSP skipar á hvørjum ári, verður í ár deildur upp í fýra kveikingardagar kring landið.
Endamálið er at staðbundin viðurskifti og tey, ið arbeiða í leiðslum á dagstovna- og skúlaøkinum og viðkomandi starvsfólk, hittast at fáa íblástur og byggja upp fakligt netverk.
Vit hava fingið avtalu í lag við Rasmus Alenkær, sálarfrøðingur, rithøvundur, fyrilestrarhaldari og kjakari, at viðgera trivnaður. Les meira um hansara arbeiði á heimsíðuni www.alenkaer.dk
Nærri kunning um tilmelding o.a. kemur seinni.