Skrivað hevur vp.fo.
Fyrispurningur frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um rúsevni.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er starvsfólkaorkan hjá tolleftirlitinum vaksin samsvarandi vøkstrinum í innflutninginum seinastu 20 árini?
2. Í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 hevur landsstýrismaðurin svarað Fíggjarnevndini, at TAKS í 2020 hevur styrkt tolleftirlitið við einum tollara. Metir landsstýrismaðurin, at hetta er nøktandi fyri at tálma innflutninginum av ólógligum rúsevnum til Føroya?
Svar til spurning 1 og 2:
Royndir úr øðrum londum vísa, at avbjóðingin við rúsevnum er, at um eftirspurningur er, finna rúsevnini alskyns vegir uttanum eftirlitið.
Eftirlitið er sera umráðandi, men sambært serkønum er trupulleikin við rúsevnum fyrst og fremst ein sosialur trupulleiki, sum skal loysast við samstarvi millum sosialu-, heilsu- og skúlamyndugleikar saman við eftirlitsmyndugleikanum TAKS og løgregluni.
Tí fer landsstýrið nú at taka stig til, at hesir myndugleikar fara saman í eitt nýtt samstarv at basa hesum trupulleika.
Vit kunnu kalla tað eitt víðkað SSP-samstarv.
Starvsfólkaorkan hjá tolleftirlitinum er ikki vaksin samsvarandi vøkstrinum í innflutninginum seinastu 20 árini. Taks umskipar arbeiðið á tolldeildini við virknað frá 2021.
Á tolldeildini hjá TAKS eru umleið 20 starvsfólk.
TAKS hevur styrkt tolleftirlitið við einum tollara í 2020.
Harafturat er neyðugt áhaldandi at styrkja tolleftirlitið komandi árini.
Tað krevur íløgur í meira tøkni, men eisini fleiri starvsfólk við røttu førleikunum.
Neyðugt verður at raðfesta hetta saman við TAKS komandi árini-treytað av politiskari undirtøku.
TAKS arbeiðir eisini við at effektivisera arbeiðsgongdir og við talgilding á tolløkinum soleiðis, at meira arbeiðsorka so líðandi verður tøk til beinleiðis eftirlit.
Tolllógin verður eisini endurskoðað í løtuni, og hetta fer eisini í ávísan mun at bøta um.
Tinganes, 18. november 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum