Mikudagin 27. januar var Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi, í útvarpinum og tosaði um hørð rúsevni í Føroyum, ið verður tosað nógv um í løtuni
Grovur harðskapur, buturflytingar og alsamt størri mongdir av hørðum rúsevnum hava skapt yvirskriftir í nýggja árinum. Hvussu basa vit hesum? Ella er tað yvirhøvur møguligt. Skulu vit rokna við, at hetta bara er partur av nýggja gerandisdegnum? Løgmaður, Fútin, SSP ráðgevi og sálarviðgeri umrøða evnið í útvarpsstovuni.
Fiskimálaráðið tapti móti Northwest Pelagic í málinum um, hvør hevði ræði á felagnum og harvið fiskiloyvinum. Men hvussu tryggja vit at útlendskir minnilutaeigarar ikki taka ræðið á føroyskari fiskivinnu?
Hoyr alt kjakið her.