Nýggjur ráðgevi í SSP

SSP-Samstarvið hevur sett Daisy J. Iversen, sosialráðgeva og cand.scient.soc. í brotsfrøði (kriminologi), sum nýggjur SSP-ráðgevi frá 15. februar 2023. Daisy hevur starvast innan barnaverndartænastuna, m.a. sum SSP-samskipari, og hevur royndir innan kriminalforsorg og SSP í Danmark og at undirvísa innan rúsevni til hádeild, halda upplýsandi foreldrafundir og fyribyrgjandi samrøður til ung.