– Børn og ung vita ikki nóg nógv um síni rættindi og sínar skyldur, tá talan er um trygd á netinum.
Tað sigur Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, sum regluliga tosar við skúlabørn og skúlaungdóm um avbjóðingar, sum tey kunnu møta, tá tey ferðast á teimum ymsu netpallunum.
Avbjóðingar, sum kunnu elva til stúran og ótta hjá teimum ungu.
Og júst tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at børn og vaksin tosa saman um hesar avbjóðingar, sigur Súsanna í Króki:
Saman við Fólkaheilsuráðnum, Nema og Føroya Tele, fer SSP at skipa fyri átøkum í heyst og í vetur.
Tað fyrsta verður seinast í otober og kallast “Tryggari Internet Dagur”.