Í dag reika flestu børn og ung á netinum og hetta setur krøv til talgildisbúgving, har tey kunnu ferðast trygt, har rættindi og mørk verða viðurkend.
Í hesum sambandi skipar SSP, Nema, FøroyaTele og Fólkaheilsuráðið fyri einari kapping, har allir næmingar í hádeild (7., 8., 9. og 10. flokki) eru kunnu gera eina verkætlan og senda uppskot inn til okkum, ið lýsir ársins evnið “Myndadeiling á sosialum miðlum”. Tað kann vera við at gera eina plakat, sang, film, yrking, collage, poddvarp, dans, undirvísingartilfar – you name it. Bert hugflogið setur mørk.
Øll uppskot verða so send til eitt dómarapanel og vinnarin av besta uppskotinum vinnur 20.000 kr.
Tryggari Internet Dagarnir eru skipaðar soleiðis:
Dagur 1: Intro-dagur.
Nær: Mikudagin 26. oktobur 2022.
Hvar: Norðurlandahúsið.
Málbólkur: Næmingar í hádeild.
Kl. 09:00-12:30
Tilmelding: Skriv til sik@ssp.fo og upplýs skúla, árgangur og tal av luttakarum.
Á degnum fáa tey ungu kunning, íblástur og ráð til, hvussu tey kunnu ansa eftir sær sjálvum og øðrum á netinum.
Vit fáa bæði vitjan av Føroya Politi, Fólkaheilsuráðnum, Barnabata og Tóru Petersen, trivnaðarráðgeva. Eisini fáa vit Fríða Sigmundarson og Inga Poulsen at spæla live-tónleik fyri tey ungu.
Skrá:
Kl. 09.00-12.30 í Norðurlandahúsinum 26. oktobur 2022.
- Kl. 09.00-09.30: Felags morgunmatur.
- Kl. 09.30-09.40: Vælkomin til Tryggari Internet Dag Føroyar, SSP.
- Kl. 09.40-10.00: Megin í felagsskapinum – og í mær, Tóra Petersen, Trivnaðarráðgevi.
- Kl. 10.00-10.20: Samtykki, Fólkaheilsuráðið.
- Kl. 10.20-10.50: Steðgur og tónleikur, Ingi Poulsen.
- Kl. 10.50-11.10: Hvat sigur lógin, Føroya Politi.
- Kl. 11.10-11.30: Tú og eg ráðgevingin, Barnabati
- Kl. 11.30-11.50: Pallborðskjak
- Kl. 11.50-12.00: Takk fyri í dag.
- Kl. 12.00-12.30: Tónleikur, Fríði Sigmundarson.
Dagur 2 – Skeið fyri lærarar
Nær: Týsdagin 10. Januar 2023
Hvar: Nám
Kl. 09:00-15:00
Tilmelding: Á nam.fo.
Endamál:
- Vitan um tryggari internet dagin.
- Innlit í miðlavanar hjá børnum og ungum í Føroyum.
- Førleikar og íblástur til evni til næmingar at arbeiða við.
- Íltøkilig amboð at styrkja førleikarnar hjá næmingum at gera internetið eitt tryggari stað at vera og at tryggja ein betur talgildan trivnað millum børn og ung.
10. jan. 2023 kl. 09.00-15.00
Nær: Týsdagin 7. februar 2023
Hvar: online. Uppskot sendast til sik@ssp.fo.
Dagur 4 – Finalan
Nær: Mikudagin 1. mars 2023
Hvar: Verður lýst seinni.
Kl. 10:00-11:00
Hetta er seinasti dagurin, har vinnarin verður kunngjørdur og fær handað stóran kekkin uppá 20.000 kr. Dagurin, saman við intro-degnum 26. oktober, verður filmaður.
Hvat er myndadeiling á sosialum miðlum?
Myndadeiling á sosialum miðlum er tá ein ella fleiri persónar senda myndir ella fílmar víðari av einum øðrum á sosialum miðlum sum Snapchat, Facebook, Messenger, Instagram osfr.. Um hetta verður gjørt uttan samtykki frá viðkomandi persóni á myndini, so er talan um ólóglig myndadeiling. Í Føroyum hava vit eina straffilóg, ið greiðir frá møguligar avleiðingar av hesum, alt eftir aldri og innihald av málinum (sí Lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939 (www.logir.fo))
Myndadeiling
§ 264 a. Tann, sum av órøttum avmyndar persónar, sum eru á einum staði, har ikki er frítt at koma, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir. Sama við honum, sum við kikara ella øðrum tóli av órøttum eygleiðir slíkar persónar.
§ 236. Tann, sum breiðir út pornografiskar myndir, filmar ella aðrar pornografiskar, visuellar endurgevingar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár ella undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli í upp til 6 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru av øllum at rokna umstøður, har vandi er fyri lívinum hjá barninum, har ið grovur harðskapur verður nýttur, har barnið fær álvarsaman skaða, ella umstøður, har ið talan er um regluliga ella skipaða útbreiðslu.
Myndir liggjandi á telefonini
§ 236, Stk. 2. Tann, sum eigur ella keypir ella gjøgnum internetið ella tílíka skipan til at breiða út upplýsingar útvegar sær atgongd til myndir, filmar ella aðrar pornografiskar, visuellar endurgevingar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upptil 1 ár.
Samtykki
§ 236, Stk. 3. Ásetingin í stk. 2 er ikki galdandi fyri myndir, filmar ella tílíkt av persónum, sum eru fyltir 15 ár, og sum geva samtykki til, at ein kann hava tilfarið í hondum. Samtykkið kann altíð takast aftur.
Persónligar upplýsingar
§ 264 d. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður sum av órøttum víðarigevur boð ella myndir, ið viðvíkja persónligum viðurskiftum hjá øðrum persóni ella aðramáta vísa hann í umstøðum, sum skilliga kunnu krevjast ikki at koma fyri almenningin. Ásetingin er eisini galdandi fyri boð ella myndir, ið viðvíkja deyðum persóni.
Hóttanir
§ 266. Tann, sum hóttir onkran við at fremja revsiverda gerð, og hóttanarmátin er slíkur, ið kann elva til stóran ótta fyri lívi, heilsu ella vælferð hjá tí hótta ella øðrum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.
Brævatøgn
§ 263. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum letur upp ella heldur aftur annans bræv, telegramm ella onnur afturlatin boð ella rit, ella sum ger seg kunnigan við innihaldið.
Blúnisbrot
§ 232. Tann, sum fremur blúnisbrot, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár. Er tann órættaði undir 15 ár, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 4 ár.