Ung og lívið VEKS 2023
So er árliga Ung og lívið átakið skotið í gongd og tað fyrsta varð hildið hjá SSP-økisbólkinum í VEKS, ið er eitt samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur.
SSP-samskiparin í barnaverndartænastuni, ungdómshús og SSP-lærararnir høvdu skipað fyri tiltakinum “Náttin er ung” fyri allar 7.-8. floks næmingarnar í økjunum, ið hevur til endamáls at skapa eitt rúsfrítt tiltak, har tey ungu kunnu møtast tvørturum skúlar og savna hugnalig og góð minnir saman.
Tiltakið byrjaði við, at næmingarnir blivu heintaðir við bussi á egnum skúla kl. 18 og síðani koyrdir til Vestmannar, har tað bleiv skipað fyri spurnarkapping, sølubási við pitsa, sodavatn og onkrum søtum. Eisini fingu teir góðan live-tónleik frá bæði Finnur Koba og Hitmenn, áðrenn koyrt bleiv heim aftur við bussi kl. 23.30.
Takk til Vestmanna skúla, Kvívíkar skúla, Eiðis skúla og skúlan við Streymin fyri tykkara luttøku í týdningarmikla, fyribyrgjandi arbeiðinum.
Fylg við á síðuni, tá vit fara at leggja fleiri myndir og filmsbrot frá hinum SSP-økisbólkunum kring landið út av teirra Ung og lívið tiltak.