- Vitan um tryggari internet dagin.
- Innlit í miðlavanar hjá børnum og ungum í Føroyum.
- Førleikar og íblástur til evni til næmingar at arbeiða við.
- Íltøkilig amboð at styrkja førleikarnar hjá næmingum at gera internetið eitt tryggari stað at vera og at tryggja ein betur talgildan trivnað millum børn og ung.
10. jan. 2023 kl. 09.00-15.00
Melda teg til her
Dagur 1 – intro-dagur
Nær: mikudagin 26. oktober 2023 Hvar: Norðurlandahúsið Kl. 09:00-12:30 |
Hetta er fyrsti dagur í verkætlanuni Tryggari Internet Dagur 2023 og verður hildin í Norðurlandahúsinum fyri allar fólkaskúlanæmingar í hádeild (7., 8., 9. og 10. flokki). Endamálið við degnum er at kveikja áhugan hjá næmingunum at vera við í kappingini um at gera eina verkætlan sum lýsir ársins evnið best – Myndadeilding á sosialum miðlum. Hetta kann gerast við at gera ein sang, plakat, film, yrking, collage, undirvísingartilfar, you name it (har er einki ov stórt ella ov smátt)… og vinnarin av besta uppskotinum vinnur 20.000 kr. Síðsta ár varð Tryggari Internet Dagur (TID) 2022 avlýstur vegna korona, so í ár koyra vit eyka nógva orku í og vænta, at allir skúlar eru við. Vit vita, at tað ikki ber til hjá øllum skúlum at hava allar árgangir við, vegna royndarfyrireikingar o.a., og tí er ynski, at minst ein flokkur úr hvørjum skúla er við og at SSP-lærarin skal hjálpa næmingunum við verkætlanini (um neyðugt og tørvur er á tí – nógvir næmingar hava tað fínt við at gera alt sjálvir). Fyrr hevur TID bert verið fyri 10. floks næmingar, men fyri at gera tað til eitt enn størri fyribyrgjandi átak, sum ger mun, so vilja vit eisini hava 7., 8. og 9. flokkar við. Luttøka til hendan dagin krevur tilmelding og hetta ger man við at skriva til sik@ssp.fo. Tiltakið er ókeypis, men har er avmarka pláss í NLH, so tað er først til mølle. Innbjóðing og skrá til dagin kemur seinni. |
Dagur 2 – Skeið fyri lærarar
Nær: Týsdagin 10. Januar 2023 Hvar: Nám Kl. 09:00-15:00 |
Skeið Tryggari Internet Dagur: Hetta er fyri SSP-lærarar og lærarar sum hava næmingar, ið eru við í verkætlanuni. Skeiðið verður hildið á Námi og endamálið er at geva lærarum kunning og søguna aftanfyri TID og íblástur/vegleiðing í, hvussu man sum lærari kann hjálpa næmingum í teirra verkætlan innan ársins evni Myndadeiling á sosialum miðlum. Orsøkin til, at vit velja at gera hetta skeiðið er, at áður hava fleiri lærarar sagt, at teir ikki ynskja at vera við í kappingini, tí teir vita ikki, hvussu man ger filmar, plakatir o.s.fr. og ikki kenna nóg væl til evnið. Hetta skeiðið er so gjørt til, at lærarir kunnu føla seg meira tryggan at vera við. Tó er eisini ofta, at næmingar longu duga tað sum skal til og tí er ikki altíð neyðugt hjá lærarinum at hjálpa við tí tekniska. |
Dagur 3 – Deadline
Nær: Týsdagin 7. februar 2023 Hvar: online Kl. 00:00 |
Altjóða Tryggari Internet Dagur. Hesin daguirn er deadline fyri at senda øll uppskot inn fyri at vinna 20.000 kr. Hesi verða send til sik@ssp.fo áðrenn miðnátt og sum so verða send víðari til okkara dómarapanel ið avgerð vinnaran. |
Dagur 4 – Finalan
Nær: Mikudagin 1. mars 2023 Hvar: í Perluni Kl. 10:00-11:00 |
Hetta er seinasti dagurin, har vinnarin verður kunngjørdur og fær handað stóran kekkin uppá 20.000 kr. Dagurin, saman við intro-degnum 26. oktober, verður filmaður.o |