Keypir tú rúsdrekka fyri tíni børn, hóast tey eru undir 18 ár?
Endaveitslurnar hjá teimum ungu byrja nú í næstum, har tey gleða seg til nógvar hugnaligar og minnisríkar løtur saman við sínum javnaldrum. Meðan sosial høvi kunnu hjálpa við at styrkja felagsskapskensluna hjá teimum ungu, so kann ein spurningur um tey skulu rúsdrekka seg til høvið økja um bólkatrýstið. Hetta merkja nógv foreldur eisini, ið fegin vilja fyribyrgja, at teirra barn – kanska sum tað einasta – skal uppliva seg uttan fyri felagsskapin og av somu orsøk enda við sjálvi at keypa rúsdrekka fyri tey, hóast tey eru undir 18 ár.
Grundgevingar sum “Jamen, tey fara at drekka allíkavæl og tí er tað tryggari, at vit foreldur keypa fyri tey” og “Vit keypa teimum bara eina cider ella tvær, so vit vita, hvat tey drekka og hvussu nógv” stinga seg upp millum foreldrini, tí logikkurin sigur, at hetta kann minka um vandan fyri, at tey ungu enda í óføri.
Tó vísa kanningar, at nógv ung – ið drekka rúsdrekka – koma út í støður, sum tey ikki klára at hava tamarhald á, og sum eru óhugnaligar ella beinleiðis vandamiklar fyri tey. Bardagar, ólukkur og trupulleikar við politinum er bara ein partur av avleiðingunum.
Kanningar vísa eisini, at ung, ið byrja at drekka rúsdrekka tíðliga, eru í hægri vanda fyri at fáa eina høga rúsdrekkanýtslu seinni og soleiðis hægri vansar fyri at menna skaðandi atburð.
Tí finna tit her 8 ráð til øll foreldur um ung og rúsdrekka:
1. Einki rúsdrekka til børn undir 18 ár
– Sig tað klárt og í góðari tíð.
2. Børn drekka, um foreldur teirra geva teimum loyvi
Tey drekka 10 ferðir meira enn tey, ið hava foreldur sum halda, at tað er skeivt.
3. Jú fyrr børn drekka rúsdrekka, jú meira drekka tey
– Og jú størri er vandin fyri, at tey eisini royna onnur rúsevni.
4. Tos við títt barn um, hvussu mann sigur nei til rúsdrekka
Tað er ein styrki at vera førur fyri at standa ímóti bólkatrýsti.
5. Samstarva við hini foreldrini um, at børnini ikki skulu drekka rúsdrekka
Tað er altíð lættari ikki at vera tann einasti.
6. Ikki keyp rúsdrekka til títt barn
Tað vísir barnið, at tú væntar, at tað byrjar at drekka. Børn, ið fáa rúsdrekka heima drekka meira – eisini tá tey eru úti.
7. Tos við barnið áðrenn veitsluna – í staðin fyri at skelda aftaná
Umsorgan og álit er gott, meðan avhoyring og eftirlit kann hava øvutu ávirkan. Tosi saman til tit skilja stúranir hjá hvørjum øðrum og áhugamál innan rúsdrekka.
8. Hugsa um tínar egnu rúsdrekkavanar – teir smitta!
– Serliga um børn síggja teirra foreldur ávirkaði.