Vilt tú vera við til at skapa eina betri framtíð og trivnað fyri børn og ung? 🌟
Fríggjadagin 7. feb. verður spennandi ráðstevnan hjá SSP á Hotel Føroyum frá kl. 9.00 til 15.15! Dagurin snýr seg um fyribyrging og arbeiði við børnum og ungum, við nýggjari vitan💡, ítøkiligum hugskotum, og kveikjandi fyrilestrum🎤 – alt, sum tú kanst taka við tær heim og brúka í tínum dagliga arbeiði.
Við fakliga sterkum fyrilestrahaldarar🎤 bæði úr Danmark og Føroyum, herundir:
- Fælles um Ungelivet – ein verkætlan úr Danmark, við støði í íslendska frymlinum.
- SSP- Gadeplan í Viborg – uppsøkjandi háttarlag í arbeiðinum við ungum ið illa røkkast vanliga.
- Ungdómshús í Føroyum – fá innlit í teirra serstaka arbeiði við ungum og verkætlanum.
- Studentapresturin Ann – hoyr um sálarbót til ung lesandi í Føroyum.
- Føroysk gransking – hoyr um tilmæli frá ungum og hvat granskingin vísir.
🎟️Keyp atgongumerki fyri bert 475 kr. Tú finnur meira kunning og skránna við at trýsta á her ella á atgongumerki.fo✨
Skunda tær at tryggja tær pláss, tí plássini fara skjótt! 🎉 Vit gleða okkum at deila Kveikingardagin saman við tær! ✨