Peningaligur stuðul til SSP-samstarvið frá Lions Føroyar
Í ár hevur Lions Føroyar veitt SSP-samstarvinum peningaligan stuðul til týðingina av fyribyrgjandi undirvísingartilfarinum PAS-Light til føroyskt.
PAS-Light er ætlað lærarum, undirvísarum og lestrarvegleiðarum á miðnámi, sum ynskja at skapa eina betri alkoholmentan millum lesandi.
Tilfarið er tí ikki til at útseta byrjanaraldurin fyri alkohol, men at betra um alkoholmentanina, ið longu er er partur av felagsskapinum.
Málbólkurin er sostatt ung úr 10. flokki og uppeftir, sum miðnámslesandi, og lesandi á tekniska skúla og HF.
Tilfarið viðger evni sum:
– Hvørjir normar og virðir eru týdningarmikil í einum felagsskapi.
– Hvørjar avleiðingar rúsdrekka kann fáa fyri felagsskapin.
– Støðutakan innan tvístøður tengdar at rúsdrekka.
– Hvussu ung kunnu hava eina veitslumentan uttan drekkitrýst.
– Hvussu ung saman við øðrum kunnu fyribyrgja avleiðingar av alkoholnýtslu. Undirvísingin í PAS-Light tekur 90 minuttir og fevnir um:
– Eina PowerPoint-framløgu.
– Tveir filmar.
– Eitt samvirki spæl
– Tvístøðu øvilsir
Tilfarið er nú liðugt týtt til føroyskt og í hesum sambandi kemur Søren Holm, Ph.d. í fólkavísindi og mennari av PAS-Light tilfarinum, til Føroyar at skipa fyri skeiði 3. februar 2025 á Námi!
Hetta gleða vit okkum til og takka Lions Føroyar stórliga fyri stuðulin.
Á myndini síggjast Daisy J. Iversen, ráðgevi í SSP-samstarvinum og Marni Abrahamsen, ábyrgdari av virkisøkinum Lions Quest og rúsfyribyrgjan, ið umboðar Lions Føroyar.