Kringvarp Føroya gjørdi innslag um skíggjanýtslu.

Hevur helvtin av næmingunum í einum skúlaflokki snildfon, gongur ikki long tíð, til hin helvtin av næmingunum eisini vil hava snildfon.
Tað sigur Súsanna í Króki, ráðgevi á SSP-ráðgevingini.
Ráðgevingin hevur ta fatan, at foreldur vilja hava felags leiðreglur fyri skúlaflokkin um skíggjanýtslu, og at útseta snildfonina sum longst – um tað ber til.
Hoyr alla samrøðuna hjá Kringvarp Føroyra í útvarpstíðindunum her: Tá helvtin hevur fingið snildfon, vil hin helvtin eisini hava | Kringvarp Føroya