PAS Light - Undirvísingartilfar um alkohol og felagsskap
PAS Light er nú eisini at finna á snar.fo og er eitt undirvísingartilfar til tey ið skula undirvísa í 10. flokki og á miðnámsútbúgvingum.
Stutt um tilfarið
Endamálið er at geva undirvísarum eina lætta og virknisgrundaða undirvísingargongd, har næmingar sjálvi hugsa, tosa saman og taka støðu. Endamálið er at skapa eina trygga og rúmliga veitslumentan.
PAS Light kann brúkast av lærarum, lestrarvegleiðarum og øðrum starvsfólkum, ið arbeiða við trivnaði, felagsskapi og vegleiðing hjá ungum. Tilfarið kann nýtast innan fleiri lærugreinar.
Undirvísingarhátturin tryggjar, at næmingar taka virknan lut og sjálvi koma við sínum hugleiðingum og sjónarmiðum. Framløgan fevnir um 90 minuttir av interaktivari undirvísing.
Innihaldið er ment við støði í danskari og altjóða gransking.
Gransking vísir jaliga ávirkan tá undirvísing:
- arbeiðir ímóti misskiljingum um, hvat meirilutin ger og heldur (fleiritalsmisskiljingar)
- økir um tilvitið hjá ungum um vandan við rúsandi evnum
Mælt verður til at brúka tilfarið, 2–3 mánaðir eftir skúlabyrjan, tá flokkurin kennir hvønn annan betri og felagsskapurin er farin at taka skap.
Tað gevur betri fortreytir at arbeiða við normum og virðum, serliga um norm- og virðisspælið verður brúkt.
Finn eisini PAS Light á síðu okkara.







