SSP-útbúgvingin loksins tøk í Føroyum
- Felags mál og fatan: At lýsa støður og atburð ítøkiliga. Arbeitt varð m.a. at ikki brúka «sort sprog» – ið eru ógreiðar útsagnir um børn og ung, sum tí kunnu tulkast ymiskt.
- Fyribyrging og átøk: At skilja fyribyrging á ymiskum stigum og eyðmerkja nær tørvur er á hvørjum átøkum, umframt hvørji átøk longu eru í økjunum, við støði í fyribyrgingartríkantinum.
- Skipan og samstarv: At fáa innlit í SSP-skipanina og endamál, ymisku leiklutir og ábyrgd umboðini hava. Eisini varð arbeitt í bólkum, har luttakararnir deildu royndir og knýttu innihaldið at egnum arbeiði.
- Lógarkarmar: At fáa kunnleika til týðandi lógir og heimildir, um tagnarskyldu, vitanardeilan og fráboðanarskyldu.
- Heildin kring børn og ung: Hvussu spæla familja, skúli, vinir, frítíð og persónlig viðurskifti saman? Við SNAP-frymlinum arbeiddu luttakararnir við vanda- og verndar faktorum, við at greina ymiskar støður í bólkum.
- at lýsa og greina eina avbjóðing, gera eina fakliga meting, velja hóskandi átøk og fylgja upp, um tey muna.
- Vitan fram um gitingar: Hvussu sær út við ungdómskriminaliteti í Føroyum? Um at brúka gransking, hagtøl og lokala vitan saman við sjónarmiðum hjá børnum, ungum og foreldrum, tá støður skulu skiljast og átøk gerast. Og duga at vera kritiskur, um hvussu granskingarúrslit eru framd.
- Bólkaarbeiði við egnum dømum: Luttakararnir høvdu fyrireikað seg áðrenn, við støði í dømum úr egnum øki, har tey lærdu at seta greið og realistisk mál, í mun til einstaklingar ella bólkar av ungum. Málið er at umseta felags vitan til samskipaða hjálp og fyribyrging í gerandisdegnum.






























