SSP-samstarvið mennist - og vit síggja mun
Seinastu tíðina hevur SSP-samstarvið verið í støðugari menning. Arbeitt verður bæði við at styrkja tað fyribyrgjandi arbeiðið, fáa betri innlit í tørvin hjá børnum og ungum, og at stuðla skúlunum í teimum avbjóðingum sum fylla í gerandisdegnum.
Í sambandi við hetta er ein eftirmeting gjørd av SSP-samstarvinum. Úrslitini eru sera jalig og geva eina góða mynd av, at samstarvið hevur týdning. Tey umboða millum annað SSP-lærarar, SSP-samskiparar, SSP-politistar og ungdómshús. Nógv flest av teimum, sum hava svarað, eru SSP-lærarar.
Eftirmetingin skal brúkast til at stuðla SSP-samstarvinum enn meira og samstundis vísa, hvar tørvur er á at seta meira inn. Tað er týdningarmikið, at SSP ikki bert verður mett út frá virkseminum, men eisini út frá, hvussu samstarvið verður upplivað í praksis hjá teimum, sum standa tættast at børnum og ungum.
“Eg brenni fyri SSP-arbeiðinum og havi stóran áhuga í tí fyribyrgjandi arbeiðinum, har dentur verður lagdur á, at børn og ung hava trygg kor og ikki koma í vandastøður. Serliga dámar mær at arbeiða fyri trivnaði, einum góðum felagsskapi og sunnum relatiónum millum næmingar. Mín praktiski leiklutur í SSP-samstarvinum er m.a. at arbeiða fyribyrgjandi í skúlanum gjøgnum undirvíng, flokstiltøk og havi samrøður við næmingar. Eg eri eisini bindilið millum skúla, SSP-netverk og foreldur, og taki lut í fundum og samstarvi við SSP samstarvspartar, tá ið tørvur er á samstarvi ella vegleiðing. Harumframt eri eg við til at eygleiða trivnað ímillum næmingar og reageri, tá ið ábendingar eru um mistrivnað ella avbjóðingar hjá næmingunum.”
– SSP-lærari, 03.05.2026*
Fakliga grundarlagið undir SSP
Ein annar partur av SSP-samstarvinum er førleikamenning og vitanardeiling. SSP-arbeiðið broytist í takt við samfelagið, og tí er neyðugt at fáa íblástur, dagførda vitan um rák, og høvi at styrkja samstarvið sínámillum. Tí fegnast vit um metstóru luttøkuna bæði til Kveikingardagin, sum SSP skipar fyri, og til SSP-ráðstevnuna í Danmark, SSP-årsmøde. Hesar løtur hava stóran týdning. Tær geva fakligan íblástur, skapa felags mál og styrkja sambondini millum tey, sum arbeiða við børnum og ungum í gerandisdegnum.
Arbeitt hevur verið við at fáa javnbjóðis atgongd til ókeypis SSP-útbúgvingina, sum í Danmark. Tí fegnast vit um, at fyrsta grundmodulið verður boðið út í ár til øll umboð í SSP-samstarvinum. Hetta er eitt týðandi stig í arbeiðinum at styrkja felags fakliga grundarlagið undir SSP-samstarvið í Føroyum.
Samstarv um miðlanýtslu og útseta snildfonina
Ein týðandi partur av SSP-arbeiðinum seinastu árini hevur verið miðlanýtsla og snildfonir. Seinasta 1,5 árið hevur SSP samstarvað við politistar frá teknisku kanningardeildini hjá Føroya Politi, ið luttaka til foreldrafundir í byrjanar- og miðdeild. Endamálið hevur millum annað verið at varpa ljós á, hví tað kann hava stóran týdning at útseta snildfonina sum longst.
Í sambandi við Knýta bond og skíggjanýtsla, sum er til 1. flokk, verða løtumyndskanningar gjørdar. Hesar vísa eina greiða gongd, at snildfonin er lækkandi. Í 2021/2022 søgdu 30% av næmingunum í 1. flokki, at tey áttu eina snildfon. Í 2025/2026 er talið lækkað niður í 19%. Samstundis sæst, at knappatelefonin er vorðin vanligari. Í 2021/2022 søgdu 10%, at tey høvdu knappatelefon. Í 2025/2026 er talið hækkað til 27%.
Hetta bendir á, at foreldur og skúlar í størri mun eru farin at seta mørk og gera felags avtalur. Vit síggja ofta, at flokslærarin hevur stóran leiklut, tá karmar verða settir fyri, um næmingar longu í 1. flokki hava telefon. Fleiri flokslærarar eggja heldur foreldrum til at bíða við snildfonini ella at velja eina knappatelefon sum eitt tryggari fyrsta stig.
Góðir miðlavanar
Tá SSP vitjar aftur í 4. flokki við átakinum Góðir miðlavanar, sæst eisini ein broyting. Í 25/26 høvdu 50% av næmingunum í 4. flokki framvegis knappatelefon, meðan 47% høvdu snildfon.
Tøl eru ikki fyri snildfonum í 4 fl. frá 2021 til 2024, tí áhugi varð serliga fyri teirra nýtslu av sosialum miðlum. Hjá Føroya Politi sæst samanfall millum snildfonir og lógarbrot, har serliga Snapchat verður brúkt.
Í 2021 høvdu 82% av næmingunum í 4. flokki Snapchat, 70% í 2022 og 25% í 2024. Tøl væntast fyri 2023, men fyri skúlaárið 25/26 vóru tað bert 13% ið høvdu Snapchat. Okkara varhugi er tann, at fleiri helst áttu snildfon tey árini nýtslan av Snapchat var hægst, og meta tí, at snildfonin er minka seinastu árini.
Kjakið í almenna rúminum um snildfonir og ávirkan av sosialum miðlum fyllir alsamt meira. Foreldur gerast meira tilvitaði og vilja hava hjálp til at seta felags leiðreglur. Vit byrja eisini at síggja mun millum flokkar, har SSP hevur vitjað longu í 1. Flokki og flokkar, har leiðreglur ikki vórðu gjørdar frá byrjan. Har greiðar avtalur eru gjørdar tíðliga, síggja vit oftari, at tær verða fylgdar, og at færri trupulleikar stinga seg upp, ið eru knýttar at sosialum miðlum.
“Ongin snildfon er í 7 flokki, hjá dóttrini, tí vit foreldur gjørdu avtalur frá skúlabyrjan” – mamma á foreldrafundi.
SSP-lærarar fráboða mest
SSP-ráðgevingin fekk fleiri fráboðanir og áheitanir seinasta árið. Í 2024 vóru 35 fráboðanir. Í 2025 vóru 138. Hetta er ein vøkstur á 294%. Tað merkir ikki neyðturviliga, at trupulleikarnir eru vorðnir so nógv størri, men heldur at fleiri kenna til SSP, brúka skipanina og venda sær til SSP-ráðgevingina, tá tørvur er á ráðgeving, sparring ella hjálp.
SSP-lærarin er tann, sum oftast fráboðar og fylgir væl við hvat gongur fyri seg. Men eisini foreldur, næmingar og onnur seta seg í samband við SSP-ráðgevingina. Evnini ið ofta ganga aftur, er ymiskt innan miðlanýtslu og talgildan ágang, happing, lokking, harðskapur og hóttanir. Hetta eru øki, sum serliga kunnu ávirka trivnaðin og tí er tað av stórum týdningi, at vaksin kring børnini samstarva tíðliga og leikluturin sum SSP-lærari er sjónligur.
SSP-samstarvið er ikki ein skjót loysn, men eitt langt og støðugt arbeiði. Tað snýr seg um at vera nærverandi, seta inn tíðliga, styrkja tvørfakligt samstarv og byggja brýr millum skúla, heim og frítíðarlív. Eftirmetingin og tølini vísa, at arbeiðið ger mun. Nú ræður um at halda fast, styrkja samstarvið og seta inn har tørvurin er størstur.
* *Úrslit frá dulnevndu og skrivligu eftirmetingini av SSP-samstarvinum frá mai 2025 til apríl 2026.










