SSP og løgreglan ávara um, at snildfonin er inngongdin til ein heim, har bæði offur og brotsfólk gerast yngri og yngri
Í januar 2025 byrjaði samstarv millum SSP-ráðgevingina og Teknisku kanningardeildina hjá Føroya Politi at fara út á foreldrafundir saman í 1. og 4. flokki. Tekniska kanningardeildin dugdi at síggja, at talgild brotsverk mótvegis børnum í Føroyum var vaksandi og metti tað tí neyðugt at koma út til foreldur við upplýsing um støðuna og fáa foreldur at standa saman um at útseta snildfonina.
Í 2022 fekk Føroya Politi atgongd til NCMEC – National Center for Missing and Exploited Children.
NCMEC minnir um RedBarnet í Danmark og er ein stórur stovnur í USA sum arbeiður fyri at verja børn móti talgildum ágangi. Umvegis samstarv við ymiskar stórar sosialar miðlar sum Roblox, Meta (Facebook, Instagram, Whatsapp), Snapchat, TikTok, Discord, X Corp / X.AI (fyrrverandi Twitter), Google, Grindr, Pinterest og Yuba, verða ólógligar myndir/upptøkur fangaðar í einari skipan og fráboða NCMEC. Síðani sendir NCMEC fráboðanirnar víðari til røttu myndugleikar í tí landinum fráboðanir stava frá.
Hetta hevur millum annað gjørt, at løgreglan fær fleiri fráboðanir og innlit í, hvørji talgild brotsverk verða framd í Føroyum. Málini vaksa ár fyri ár og hetta ger tað eyka viðkomandi, at tekniska kanningardeildin luttekur á foreldrafundum kring landið.
Samanhang millum snildfon, sosialar miðlar og brotsverk.
Tekniska kanningardeildin hevur kannað, hvussu nógv brotsverk verða framd móti børnum undir 18 ár, har samskiftið er byrja á sosialu miðlunum og snildfonini. Talan er um 1) neyðtøku u/18, 2) Lokking, 3) Kynslig misnýtsla av børnum, 4) Prostitutión, 5) Blúnisbrot, 6) Samlega v. barn u/15, 7) Avnoyðsla/hóttanir og 8) Myndatøka uttan loyvi.
SSP-ráðgevingin hevur somuleiðis móttikið omanfyri 80 fráboðanir seinasta árið innan talgildan ágang. Hesar fráboðanir eru komnar frá antin børnum, foreldrum ella starvsfólkum. Flestu fráboðanir snúgva seg um happing á netinum, síðani lokking, ólóglig myndadeiling, blúnisbrot, harðskapur (sum er blivið filmað), hóttanir og kynslig avnoyðsla.
Mørk flytast við talgildum miðlum
Hóast Tekniska kanningardeildin og SSP-ráðgevingin eru hvør sítt starvsstað, so sæst ein klárur samanhangur millum vansar og avleiðingar av, at børn fáa atgongd til talgilda heimin ov tíðliga. Mørk verða flutt, jú fyrr tey eru blivin útsett fyri øllum tí sum tann talgildi heimurin bjóðar. Stutt og skjót videobrot á Youtube, Instagram, TikTok og Snapchat sum vísa, hvussu gentur væntast at síggja út, hvussu dreingir eiga at vera, tónleikasjónbond við kynsligum innihaldi, harður málburður, kríggj, sjálvmorð, porno og mangt annað. Alt hetta ávirkar, hvussu børn síggja veruleikan, onnur og seg sjálvan, og í ringasta føri enda við stórum avleiðingum – bæði fyri tann órættaða og brotsfólki. Bæði órættaði og brotsfólk gerast yngri og við einum bletti á barnaváttani fyri at lata eina mynd av einum barni undir 18 ár við kynsligum innihaldi standa í einum bólkakjatti í nøkur ár kann til dømis gera tað, at hesi ungu ikki sleppa at taka eina útbúgving innan børn ella vera sjálvboðin venjari í fótbólti hjá barninum.
Avleiðingarnar kunnu verða stórar – og tað er okkara uppgáva sum foreldur at verja okkara børn.
Tí eru okkara viðmæli greið: Standi saman og samstarva við onnur foreldur um at útseta snildfonina til í minsta lagi 15 ár og stuðla upp undir trivnaðin í felagsskapinum, sum barnið er partur av. Hetta kann minka um bólkatrýst og ikki minst: fyribyrgja mistrivnað, skaðandi atburð og brotsverk.
Lurta eftir Góðan Morgun Føroyar frá 09.11.2026, tá Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, og Trygvi Askham, politistur í Teknisku kanningardeildini, tosaðu um júst hetta: Alsamt yngri børn dragast inn í netmál.

















