“Eitt trygt barnalív – um at seta og virða mørk” var evnið, ið SSP-umboðini settu til evnisarbeiðið í Nólsoyar skúla og á Látrinum, dagarnar 14.-15. mai. Enn eitt gott átak, ið kann samansjóða og stimbra samstarvið um børnini í oynni.
Bára Traustadóttir er SSP-lærari í Nólsoyar skúla og Maud Wang Hansen er leiðari og SSP-umboð á Látrinum. Saman við SSP-samskiparunum í Tórshavn, Tine Lyager og Ebbu Øre, var skrá løgd til rættis, og endaði hesin parturin við foreldrafundi, har Mari Ann Ellendersen, heilsufrøðingur eisini legði fram.
Nólsoyar skúli og Látrið hava áður samstarvað um “Tað góða lívið” og eisini arbeitt í felag um Barnarættindasáttmálan. Ymsar tilgongdir hava verið til evnisdagarnar, men felags hevur verið eisini at leggja dent á sang-, matar- og fríløtur, har børn og vaksin eru saman.
Í hesum evnisdøgum varð arbeitt við rollu-spæli, skapan, myndlist, tónleiki, filmi og sjónleiki, alt eftir hvønn part børnini tóku til sín úr hugarokinum um tað jaliga at vaksa upp í Nólsoy, kenna seg tryggan og at hava vinir.
Væl kom burturúr og varð hetta lagt fram á foreldrafundinum, har stundir eisini vórðu at umrøða tvístøður.
Spennandi verður at frætta hvørji átøk hetta evnisarbeiðið hevur við sær.
Faldarin “12 góð ráð” er á hesi slóð.
“Knýta bond” verður lýst á hesi slóð.