“Skalt tú koyra bil, so er aldursmarkið 18 ár, og tað góðtaka tey allarflestu, so hví ikki hava sama hugburð til rúsdrekka? spyr Jákup av Skarði, SSP ráðgevi, tá tosað verður um hugburðin hjá foreldrum um rúsdrekka hjá tannáringum.”
Tað vísir seg, at mytan um, at tað er betri at ung fáa rúsdrekka frá foreldrunum fyri á henda hátt at tálma nýtsluni, hon heldur ikki, sigur Helena Bjellvåg frá “Títt Rúm” hjá Bláa Krossi. Tað vísir seg nemliga, at tey børn, sum fáa rúsdrekka frá foreldrum, samstundis fáa fatanina av, at foreldrini góðtaka, at tey drekka, og fleiri teirra enda við at drekka meira enn tey, sum ikki fáa loyvi heiman.
Í arbeiðinum hjá SSP-ráðgevingini er ein setningur, at tað ræður um at fáa foreldur at draga somu línu. Hetta kann gerast við at knýta bond, har foreldur samskifta og samskifta um leiðreglur, ið semja er um.
Góðan morgun Føroyar er á hesi slóð.
“Knýta bond” verður lýst á hesi slóð.
“Ung og lívið” verður lýst á hesi slóð.