Fríggjadagin 10. mai vóru allir eigararnir av SSP-samstarvinum aftur samlaðir til ársfund, at góðkenna virkis- og fíggjarætlanina fyri komandi ár.
Bæði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, Michael Boolsen, fúti, og onnur umboð fyri hesar myndugleikar luttóku at hoyra um:
- Frágreiðing um virksemi farna árið
- Virkisætlan fyri 2024/2025
- Góðkenning av roknskapi fyri 2023
- Umrøða fíggjarætlan fyri 2025
Nakað SSP-ráðgevingin hevur lagt stóran dent á í ár er at fáa greiðari yvirlit yvir virksemi hjá SSP-samstarvinum farna árið, veita gjøgnumskygni, við virkisætlan og lyklatølum hjá SSP-ráðgevingini.
Skúlaárið 23/24 hevur verið spennandi og avbjóðandi, við nýggjum starvsfólkum í ráðgevingini. Tó so, at vit hava fingið nógv frá hondum og nátt flestu mál okkara, sum undirvísing til hádeild, Kveikingardagur og víðka um Tryggari Internetdagin.
Á fundinum hevði Mariann Reinert, SSP-samskipari fyri politiið, framløgu um gongdina yvir tíð, viðv. skuldsetingar av børnum og ungum undir 18 ár, samt gongdina yvir fráboðanir frá politiiðnum til barnaverndartænasturnar.
Høvuðsendamálið hjá SSP-samstarvinum er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir og átøk, sum skulu virka uppbyggjandi, fyribyrgja vandafaktorar, skaðandi atburð millum børn og ung og fyribyrgja kriminalitet. Hetta hevur somuleiðis endurspeglað virksemið seinasta árið, har arbeitt millum annað hevur verið at veita fyribyrgjandi undirvísing fyri børnum, felags foreldrafundir um kvøldi, framleiða tilfar, skipa fyri skeiðum og ráðstevnum fyri starvsfólkum og ikki minst stór tiltøk, ið hava til endamáls at styrkja trivnaðin og felagsskapir hjá børnum og ungum í Føroyum – og alt hetta og meira kann síggjast í framløguni frá fundinum her
Fundurin varð væleydnaður, og SSP-samstarvið gleðir seg at halda áfram at samstarva tvørfakliga um alt landið í hesi ábyrgdarfullu uppgávu, sum tað er at hava við børn og ung at gera.
Sí SSP virkisætlan 2024-2025 og Rakstrarætlan 2024