SSP Kveikingardagur 2013
Skrivað Skúlablaðið.
8. november var Norðurlandahúsið karmur um fimta SSP-kveikingardagin.
Á skránni vórða framløgur og upplegg. Fyrstur á skránni var Torben Randrup, sum er serfrøðingur hjá løgregluni í Keypmannahavn. Undir yvirskriftini Sosial peiling og fleirtalsmisskiljing helt hann eina framløgu. Eftir hann vórðu tað Lene Johansen, løgfrøðingur, og Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi á Ríkisumboðnum, sum tosaðu um, tá ið hjúnaskilnaður rakar børnini.
Fyri stuttum fór Margarinfabrikkin í Havn, sum er frítíðartilboð til børn, undir samrøðubólkar fyri børn, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt. Um hetta fór Salua Manai, leiðari á Margarinfabrikkini at tosa um. Henriette Nobili Christiansen, verkætlanarleiðari í Trygfonden og DKR, tosaði um, hvussu vit leiðbeina best. Guðrun Hansen, leiðari í barna- og ungdómshúsinum í Nólsoy, tosaði um, hvussu SSP kann ávirka eitt samfelag. Samanhópurin – eitt samstarv millum tað almenna og sjálvbodnar felagsskapir er heitið á framløgu hjá Eygló Rúnarsdóttir, sum er samskipari á barna- og ungdómsøkinum í Reykjavíkar kommunu. At brenna uttan at brenna út – at varðveita lívsgleðin er heitið á uppleggi hjá Njál McKey Djurhuus, sum hevur verið virkin í Frelsunarherinum í ein mansaldur.
Filmsbrot frá degnum síggjast niðanfyri.