Ónsdagin kundu luttakandi partarnir í SSP-samstarvinum fegnast um, at ein dagførdur sáttmáli nú er undirskrivaður, sum víðkar virkisøkið frá SSP til øll børn og ung upp til 18 ára aldur.
Hetta er stórt lop í mun til fyrstu árini hjá SSP í Føroyum, har tað mestan mun var arbeitt við næmingum í framhaldsdeildini, og at læra tey at halda seg innan lógarmark.
Við dagførda sáttmálanum siga samstarvspartarnir – sosialir myndugleikar, skúli og politi – samstundis, at fyribyrgjandi arbeiðið í breiðari merking eigur at byrja so tíðliga í lívinum hjá einum barni, sum til ber. Tí fáa dagstovnarnir eisini stóran týdning sum samstarvspartur í virkseminum hjá SSP frameftir.
Lívsførleikar okkara verða jú mentir í felagsskapi við onnur frá fyrsta degi. Tí leggur sáttmálin dent á, at øll børn og ung skulu koma upp í part og saman við øðrum fáa treysti og mótstøðuføri, ið ger tey til ábyrgdarfullar samfelagsborgarar. Hetta er samstundis besti hátturin at byrgja fyri eini óhepnari kós, sum kann elva til lógarbrot og skaðandi atburð millum børn og ung.
Eisini er dagførdi sáttmálin hjá SSP grundaður á, at øll, sum standa barninum nær, eru týðandi viðspælarar, og verða tikin við í dagliga virksemið, ja, almenningurin í síni heild.
Menningin av SSP-samstarvinum hevur so hvørt gjørt, at virksemið er komið í eina fasta og trygga legu við eini greiðari ætlan, ið arbeitt verður eftir. Hetta er sjálvsagt eisini neyðugt, nú virksemið er partur av eini miðvísari arbeiði, sum ein rúgva av fólki kring landið eigur sín góða lut í.
Tað er sostatt ein víðskygd ætlan, sum SSP hevur sett sær fyri, og sum alt samfelagið fer at fáa ágóðan av.
Grein úr Suðuroyarportalinum